Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 4. juni 2022 verður skipað fyri hugnaligum drekka- og matfagnaði í gamla býlinginum á Gørðunum í Vági.

Tað eru suðuroyarfeløgini, Biskupskelda og Matkovin, sum í felag hava tikið stig til staðbundna tiltakið.

Seinastu árini er talið av fyritøkum, sum framleiða staðbundnar drykki- og matvørur, økt, og staðfestast kann, at altjóða rákið við øktari virðing fyri staðbundu vørunum, eisini er komið til Føroyar. Staðbundna framleiðslan hevur stóran týdning fyri mentan, búskap og umhvørvi føroyinga, og tí fegnast fyriskipararnir um jaligu gongdina og broytta hugburðin.

Hymir er heitið á staðbundnum drekka- og matfagnaði, har føroyskar hágóðskuvørur eru í miðdeplinum. Tiltakið fer fram í søguliga økinum á Gørðunum í Vági, har søguliga fyritøkan,  A/S J. Dahl á Gørðunum fór undir virksemi í 1860’unum. Í meira enn 125 ár var økið miðdepilin fyri virkseminum hjá fyritøkuni, men í dag er økið vorðið mentanarligur og handilsligur miðdepil. Í hugnaliga økinum á Gørðunum húsast handil, matstova, kafé, gallarí, mentanarhús, søvn og smábryggjarí.

Hymir hevur eina fjølbroytta skrá við alskyns tættum, ið fagna staðbundnari framleiðslu. Talan verður m.a. um savnandi máltíðir við staðbundnum rávørum, øl- og vínsmakking, sølu, fyrilestrar, framsýning, bálhúgna og konsert við fólkatónleikara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo