Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Harra Høgni Hoydal roynir, sum honum so vant at spilla Løgtingsins arbeiðstíð við einum heilt óneyðugum misáliti móti Jenisi av Rana, sum er í sínum fulla rætti til at undirskriva eina avtalu við Ríkisstýrið.

Harafturímóti átti Løgtingið alvorliga at umhugsa eitt relevant misálit til Høgna Hoydal sjálvan,  sum ódugiligan og ódemokratiskan parlamentarikara, eftirsum hann í síðstu viku socialt hálsfevndist og sat til borðs við einum inter-europeiskum terror-felagsskapi, sum hýsir fleiri fólkum við intimum politiskum sambandi við politiskar dráps-bandar í bæði Spanien og Norður-Írlandi.

Slíkur atburður er ikki sømuligur fyri ein løgtingslim, so tí átti hann at fingið eitt belærandi og útskammandi misálitis-votum frá Løgtingsins meiriluta.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo