Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin: Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2019 er í dag handað Løgtinginum.

Í 2019 fekk umboðsmaðurin 72 klagur. Av teimum 72 klagunum, sum komu inn í 2019 vóru 59 endaliga avgreiddar innan 31. desember. Av hesum klagum endaðu 18 við áliti, 48 klagur endaðu við eini aðrari viðgerð enn áliti, meðan 11 klagur vórðu avvístar. 

Í hesi ársfrágreiðing kunnu lesast stuttar frásagnir um ymisk mál, sum umboðsmaðurin hevur viðgjørt í 2019. Somuleiðis kunnu lesast fýra greinar um evnir, sum kunnu hava almennan áhuga. Evnini hesuferð eru:

- Barnsins rættur til umsorgan í fosturheimi og á stovni,
- Vegleiðingarskyldan hjá almennum myndugleikum,
- Skjalainnlit í dátugrunnar, og
- Notatskyldan hjá almennum myndugleikum.

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.

Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin, og tað er ókeypis.

Frágreiðingin hjá Løgtingsins Umboðsmanni verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. 

Sí ársfrágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo