Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað frættist frá stórum fongi seinastu dagarnar, bæði norðaliga og sunnaliga í landinum, nú farið er um líradag, og menn hava verið eftir havhestaungum seinastu dagarnar. Onkustaðni hevur ikki staðið á hjá tveimum monnum at fáa væl yvir 100 havhestaungar eftir bara eini løtu. Men sagt hevur eisini verið, at ungin er heldur lítil á vøkstri, í hvussu so er tað, sum higartil er komið á sjógv.

Lítið er at ivast í, at dagurin í dag fer at gera eitt trivaligt inntriv í stovnin, tí veðrið er av tí besta, streymurin góður og leygardagur er, so nógv hava frí.

Men tað er so sum so við burðardygdini í hesum eftir hondini gamla veiðusiði hjá føroyingum, tað heldur í øllum førum Havstovan.

Við Kringvarpið sigur Jóhannis Danielsen, sum hevur eina PhD. í lívfrøði, at av tí at vit hava ov lítla vitan um bæði veiðuna og stovnin, so fáa vit ikki sagt annað enn, at veiðan er ikki burðardygg.

Sí innslag her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo