Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í dag klokkan 12 letur Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu. Hóast talan er um gjaldsveg, so verður ókeypis at koyra tað ið eftir er av árinum.

Kringvarpið byrjar at senda beinleiðis klokkan 10.30. Klokkan 11 verður hátíðarløta fyri innbodnum, og ein tíma seinni, á middegi, er tunnilin opin fyri øllum.

Sagt verður um Eysturoyartunnilin, at tað er størsta einstaka íløga í føroyska infrakervið nakrantíð. Tunnilin hevur, við síni rundkoyring undir havbotninum, fingið umrøðu í miðlum kring allan heimin. Sagt verður, at hetta er einasta rundkoyring av hesum slagnum í heiminum.

Eysturoyartunnilin knýtir Skálafjørðin og Havnina saman við einum undirsjóvartunli, ið tilsamans verður góðar 11 kilometrar langur. Tunnilin fer at stytta farleiðina millum Tórshavn og Runavik/Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum nú er 64 minuttir, verður stytt niður í 16 minuttir. Úr Tórshavn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir.

Sama hald er galdandi í øllum teimum trimum undirsjóvartunlunum í Føroyum.

Fylg við beinleiðis hjá KvF her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo