Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í Danmark krevur koppseting av børnum, sum eru sett til fosturs, kortini samtykki frá foreldrunum, so leingi sum barnið er undir 15 ár.

Tað sæst í vegleiðingini sum danskir læknar brúka, tá teir skulu viðgera børn sum eru sett til fosturs - tikin frá foreldrunum.

Í gjár skrivaði VP um eini foreldur sum vóru ørkymlað av, at barnaverndartænastan ikki vildi lurta eftir teimum í spurninginum um, hvørt barn teirra, sum er sett til fosturs, skuldi koppsetast.

Les eisini: Koronakoppseting av fosturbørnum: Ikki upp til foreldrini at gera av

Í Danmark er fortreytin fyri, nær samtykki frá foreldrunum er neyðugt, at talan er um eina týðandi medisinska viðgerð. Og tað er koppseting, tí tað er irreversibelt - kann ikki gerast um.

Í ætlanarskrivinum sum foreldrini at barninum, sum er sett til fosturs, fingu frá barnaverndini í gjár, stendur, at um tey ikki geva loyvi og/ella samtykki, so er ætlanin at gera tað kortini.

Tað hevur ikki borið til at fáa uppspurt um føroyskir myndugleikar hava sama praksis sum danskir myndugleikar á hesum økinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo