Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frá 1. apríl fer franski staturin at stuðla prísinum á brennievni, so tað ikki skal vera so tungt hjá teimum ið brúka brennievni, eitt nú teimum sum koyra bil.

Franski forsætisráðharrin, Jean Castex (myndin), sigur við miðilin Le Parisien, at stuðulin verður um 15 cent fyri liturin, sum svarar til umleið eina krónu og 10 oyru. Ætlanin er, at stuðulsskipanin skal vera í gildi í fýra mánaðar, og fer at kosta skattgjaldarunum um 15 milliardir krónur.

Samstundis heitti hann á oljufeløgini um at vísa hógv, og ikki koyra so nógv uppá prísin á brennievni.

Pípan hevur sostatt fingið eitt heilt annað ljóð enn í 2018, tá forsetin, Emmanuel Macron, boðaði frá ætlanum um at leggja eitt eyka avgjald á brennievni. Tað fall ikki í góða jørð hjá fraklendingum, og rørslan Gulu Vestarnir sá dagsins ljós. Rørslan mótmælti harðliga ætlanunum, sum síðani vórðu tiknar aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo