Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í gjár fylti Jógvan Fríðriksson, biskupur, 60 ár. Dagurin var hildin í tí heimliga inni á Strondum, saman við familju, prestum og øðrum.

Umframt at Jógvan Fríðriksson er biskupur, so hevur hann eisini skrivað andaktina her á VP nú í mong ár, og eru eisini tvær bøkur útgivnar við andaktunum, Kertur loga stillar løtur (2012) og Fevnandi er frelsari mín (2015).

Andaktirnar hjá biskupi hava verið sera væl umtóktar, og eru tað mong sum lesa tær.

Á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni stendur soleiðis at lesa um Jógvan Fríðriksson:

Jógvan Fríðriksson er føddur og uppvaksin á Strondum. Føddur 19. februar 1957 sum elstur av trimum systkjum. Foreldrini eru Frederik og Elsebeth Malena Johansen.

Í 1977 varð Jógvan nýmálsligur studentur. Hann las gudfrøði á Fróðskaparsetur Føroya í 1978-80. Síðani helt hann fram við lestrinum við lærda háskúlan í Århus og tók prógv haðani á sumri 1985.

Áhugin til sjógvin dró øll ungdómsárini, og Jógvan hevur siglt eitt fitt tíðarskeið. Í 1982 var hann sjómaður burtur av og hevði farloyvi frá lestrinum. Náttúran á landi og sjógvi myndar bæði hugsan og gudfrøði.

Í 1980 vórðu Maria Eiriksdóttir og Jógvan hjúnavígd í Skála kirkju. Børnini eru fýra í tali.  Fróði (79), Anna (82), Elsa (86) og Kristian (93).

Hin 1. februar 1986 tók Jógvan við kallinum sum sóknarprestur í Norðoya Eystara Prestagjaldi. 1. mars 1992 tók hann við kallinum sum sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi.

Jógvan hevur hildið hópin av fyrilestrum, ið onkursvegna nema tilveruna og fólksins gerandisdag. Eyðkennið fyri fyrilestrarnar er tilvitanin um tilverunnar kor sum avgerandi fyri lívsdygd og góðsku.

Hin 1. desember 2007 tók Jógvan Fríðriksson við embætinum sum biskupur Føroya. Fólkakirkjan og evangeliið um Jesus eru stavnhald og ástøði, - kjølfesti lívsins.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo