Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Um dagarnar kom ævisøga í bókasølurnar - í Kjalarvørrinum, lív okkara, skrivað av Osmundi og Jórun Justinussen.

Hóast henda er ein av mongum, so skilir hon seg kortini burturúr. Her hava hjún skrivað hvør sína lívssøgu og givið hana út í bók. Eitt verk, har lesarin fær innlit í eitt margfelt lív, heima sum úti.

Í Kjalarvørrinum er viðkomandi og øðrvísi útgáva. Ein bók, sum hugtekur lesaran frá byrjan til enda og har skilliga kemur í ljósmála virkisfýsni og dugni, sum hevur sín uppruna úr tí jørðildi, haðani rithøvundarnir eru bornir.

Umframt persónligu frásagnirnar, eru lýsingarnar um tær ovurhonds stóru broytingar og framburð, sum hendar eru síðani krígslok, haðani samfelagið hevur flutt seg frá torvi, sluppum og petroleum til framkomna vælferðarsamfelagið, sum vit í dag njóta so gott av.

Framburður, sum er orsakaður av arbeiðssemi, hugflogi og stremban, har váðafýsnið hevur verið undirstøðið fyri allan framburðin, og sum Osmund og Jórun eisini eiga sín eyðsýnda lut í.

Einki av sær sjálvum
Lesarin fær greiða fatan av, at lívsleiðin hjá Osmundi hevur verið serstøk. Kringumstøðurnar í Føroyum fyri trífjórðingsøld síðani kravdu ásannan, at einki kom av sær sjálvum - at ágrýtni og arbeiðssemi treytaði, um nakað fekst burturúr ella ikki, og her hevur luturin hjá Ossa ikki ligið eftir.

Heimbygdin var fiski-, veiði- og verkamannabygd burturav. Longu sum nýborin tannáringur lá leiðin til sjós. Fyrsti túrurin var við Sæborg undir Ísland, og tá var slóðað fyri teirri lívsleið, sum bleiv gerandisdagurin hjá Ossa. Altíð á ferð eftir nýggjum avbjóðingum, har hann sá møguleikarnar heldur enn trupulleikarnar.

Soleiðis vóru nær- og fjarleiðir dúgliga royndar - við Føroyar, Grønlandi, Eystrasalti, Norðsjónum til leiðin lá á skiparaskúla í Tórshavn fyrst í sekstiárunum. Har møtti hann eisini Jórun Gunnarsson, sum gjørdist hjúnafelagi og lívsfelagi. Sameindust og hava havt eitt langt og ríkt lív saman, sum, hóast so ymisk, kortini gjørdist hin fullgerandi eindin - karmurin um virknað og spennandi lívið.

Altíð á ferð
Aftaná skiparaskúlan fór Ossi aftur til skips, til hann í 1967 fór í starv á Fiskirannsóknarstovuni. Har starvaðist Ossi í 6 ár, tá hann gavst fyri síðani at virka sum reiðari. Haðani munnu flestu kenna Ossa í sínum ótroyttiliga fyritakssemi.

Hugskotsríkur, arbeiðssamur og áhaldin við lívsroyndum av sjógvi og landi gjørdi hann til serstaka vinnulívsmannin.

Royndirnar sum fiskimaður, skipari, starvsmaður, stigtakari til royndarfiskiskap - laksaveiðu, svartkjaft, ídnaðarfisk, gullaks o.s.fr., myndaðu hann og góvu ta barlastina, sum gjørdi hann millum teir fremstu.

48 ár seinni kann Ossi telja millum 35 og 40 skip, sum hann hevur verið ein av eigarunum av og reiðari á. Hansara virksemi gav hundraðtals familjum gerandisúrtøku øll hesi árini.

Saman við reiðaravirkseminum hevur Ossi eisini verið partaeigari og nevndarlimur í flakavirkjum og øðrum fyritøkum. Áhaldandi á ferð, altíð við hugskotum um nýggjar leiðir.

Vit fáa gott innlit í, at tað at fáast við skiparakstur er krevjandi og skiftandi. Stundum góð undangonga, stundum er virksemið í tungum sjógvi. Hóast bakkøst, so gavst Ossi ikki á hondum.

Tá møguleikarnir fækkaðust og tað sansaði hættisliga at á heimaleiðunum, vórðu árarnar ikki lagdar inn. Skimað varð í sjónaringin eftir alternativum.

Soleiðis vóru ókendar leiðir troyttar - USA, Argentina, Suðurafrika, Namibia og Somalia. Hóast hesar ikki góvu væntaðu úrslitini, so tóku avbjóðingarnar ikki hugin at halda fram.

Tá tíðirnar batnaðu í nítiárunum, var Ossi aftur undangongumaður í sínum reiðaravirksemi, bæði á nær- og fjarleiðum.

Nýggjar leiðir
Komin um aldarskiftið var so við og við saðlað um. Frá siðbundna reiðaravirkseminum varð virksemið víðkað til íløgur á landi, m.a. í hotellvirksemi, síðani til stóríløgur í 5 frálandaskip.

Í 2011, tá Smyril Line var fíggjarliga illa spert, bjargaði íløgan frá Osmundi og hansara fólkum  Norrønu frá at gleppa føroyingum av hondum. Síðani er virksemið hjá felagnum økt við trimum farmaskipum.

Umframt at vera formaður í Laksaskip, Ídnaðarskip og Trolskip, bleiv Ossi í 1982 formaður í Reiðarafelagnum. Hetta álitisstarv gjørdi, at hann var í tøttum samstarvi við skiftandi politiskar myndugleikar, bæði her heima og tá landsstýrið samráddist um fiskirættindi burturi í heimi.

Runnin úr lívsins skúla verður Ossi soleiðis ikki tikin sum íverksetari og entreprenørur.

Hansara evni annars at varnast kringumstøðurnar eru eisini sjónligar í hansara ansni fyri skiftum í náttúruni, sum m.a. hava orsakað broytiliga fiskiskapin.

Skiftandi náttúrubrigdunum, sum hann greidliga hevur víst á í skrift og talu, eiga sjálvsagt at verða tikin við, tá stovnsmyndugleikarnir gera síni tilmæli um fiskiskapin á grunnunum.

Á mentanarøkinum lá Ossi heldur ikki sjóvarfallið av sær, har Sjósavnið í Leirvík stendur sum virðiligur varði um tað virksemi, sum treytaði lív og framburð á sjógvi og landi.

Fjálga umhvørvið

Rokaligi leirvíksdrongurin, sum kom úr heimi, har havið var álitið - í ónd sum í logn og gerandisdagurin var ein avbjóðing, fekk varnu, umhugsnu og fyrikomandi álitiskvinnuna úr høvuðsstaðnum.

Jórun vaks upp uttarlaga í Havn, í Mattalág. Har vóru aðrar kringumstøður enn í Leirvík, kortini eisini meinlíkar.

Sum Jórun hugleiðir, var heimið friðsælt og stak hugnaligt, har 3 generatiónir húsaðust. Pápin var starvsmaður, og samskifti hann við skipini, sum sigldu til Bretlands at selja. Tí var prátið heima um skip, fisk og prísir eisini partur av gerandisdegnum.

Mamman tók sær av húsarhaldinum. Í hesum fjálga umhvørvi, har álitið var sett á Hann, ið øllum valdar, vaks Jórun upp við sínum gentudreymum við vissuni um, at einki var so trygt og gott sum heima hjá foreldrunum og ommu og abba.

Hon fór í starv hjá Ríkisumboðsmanninum, sum hon minnist aftur við gleði. Har virkaði hon í sama stílreina umhvørvinum, sum hon kendi heiman.

Fyrst í sekstiárunum rann saman millum hana og Ossa. Her møttust tveir ymsir heimar – átøkt eini symbiosu, sum gjørdist alskið, álitisfult og fjølbroytt.

Í hjúnabandinum gjørdist Jórun greitt, at lívið eisini var trygt uttanfyri barnaheimið, har hon og Ossi á fjølbroyttu lívsleiðini hava stuðlað hvørjum øðrum og í felag hava tikið tøk, sum gagnaðu heima sum úti.

Sum sjómans-, reiðara- og kona vinnulívsmannin, mamma at trimum dreingjum, hevði Jórun úr at gera. Hon stúrdi viðhvørt, óttaðist, men ongantíð lá hennara lutur eftir, tá ráddi um at stuðla manninum í hansara fjølbroytta gerandisvirki.

Við sínum kreativa, friðsæla og vandna lyndi tók Jórun fulla medábyrgd av lívsleiðini, sum fullu henni og Ossa í lut.

Jórun greiðir inniliga frá lívinum, sæð úr hennara sjónarhorni. Har hon stuðlaði Ossa í øllum, hann var uppií. Somuleiðis verður eisini avdúkað, hvussu teirra samleiki var samantvinnaður í áliti á Hann, ið øllum ræður.

Men søkið fyrst..
Í Kjalarvørrinum - lív okkara, sum táttar í 400 síðum, er skrivað á lættum máli. Ótaldar myndir lýsa tíðarrenslið frá byrjan til enda.

Verkið avdúkar, hvussu ymiskt lívið er hjá teimum tey mongu, sum ongantíð hættaðu sær at stíga úr rossaspori og váðaðu tryggleikan og so tey, sum settu alt í veð fyri at røkka sínum vinnuligu dreymum.

Hesi, sum eru dreivið í samfelagnum, og sum vit á ongan hátt kunnu vera fyriuttan.

Uttan tey, var stígurin meginreglan - kyrrstøða, har framburðurin bert hevði verið dreymur.

Ossi og Jórun hava livað eitt sera spennandi og virkið lív, har tilber at sanna, at einki kemur av sær sjálvum.

Hjúnini kunnu eisini í kvøldarroðanum vissuliga vátta orðini: ”Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt”. Og eru tey eitt bjart dømi um henda sannleika.

Jú, sanniliga kann henda serstaka ævisøga - eitt kelduvað av vitan og royndum, verða viðmælt at ogna sær.

Eisini er hon hendingagóð sum gáva, nú vit nærkast jólum.

Bjarni Djurholm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo