Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Støðan í Europa er álvarsom, nú Russland gjørdi innrás í Ukraina. 

Hóast støðan í Ukraina er meira innviklað enn tey flestu geva sær far um, so eiga vit at gera vart við okkum, tá slíkt hendir.

Tá er tað gott at hava sterkar politikarar sum Bárð og Jenis, sum eru fúsir at fara til verka, beinanvegin, tá Mette og Kofod ringja.

Bæði ringdu tey lagnudagin, tá Russland fór inn í Ukraina. 

Samrøðurnar vóru góðar, og tað ljóðaði at Kofod var glaður fyri at hoyra málið í Jenisi. 

Hetta frøddi sjálvandi Jenis.

Eftir boðum frá Mette og Kofod fóru Bárður og Jenis strax undir at fyrireika handilskríggj ímóti Russlandi. 

Tað var ikki nokk, at danir sendu tvey stríðsflogfør og krígsskipið Espern Snare til Eystureuropa. 

Skal Russland steðgast, mugu Føroyar vera við.

Hesum eru Bárður og Jenis púra samdir í. 

Teir eru sjónliga glaðir fyri, at vera slopnir uppí part. 

Tá teir soleiðis verða uppringdir av Mette og Kofod, hava teir skyldu til at taka undir við øllum tí, sum tey biðja teir gera.

At handilstiltøkini onga ávirkan hava á búskapin í Danmark og ES, í mun til føroyska búskapin, hevur ongan týdning. 

Mette og Kofod hava sagt, at vit mugu vera við.

Løgmansskrivstovan hevur longu boðað frá, at handilskríggið við Russland byrjar í stundini.

Lógaruppskot verður fyrireikað, sum fer at forða fyri, at Føroyar selja flogfør og útgerð til russisk flogfør, útgerð til russiska oljuídnaðin og ikki minst serliga tøkni til russiska vápnaídnaðin.

Hettar eru, sum vera man, ikki einastu tiltøkini. 

Forðast skal fyri, at russar, uttan serligt loyvi, sleppa til Føroya (felagið Heimafriður verður avtikið) og at føroyskir bankar ikki sleppa at lána russum pengar. 

Serliga hetta seinast hevur áhuga fyri løgmann.

Sum fyrrverandi stjóri í felagnum Stóratjørn, kennir Bárður alt til bankavirksemi frá íslendska banka- og lánivirkseminum fyrst í hesi øldini. 

Tað er serliga hetta, sum hevur fingið Mette til at ringja til Bárð.

Tað verður mett, at russisku oligarkarnir ongan tjans hava ímóti slíkari vitan.

Jenis hevur skýrt Putin at verða eitt bølmenni. 

Tað kann verða nakað um tað, men sum Jenis plagar at siga, so býr okkurt gott í øllum menniskjum.

Teir báðir, Bárður og Jenis, eru sannførdir um, at føroyska krígsavbjóðingin fer at fáa Putin at umhugsa støðuna.

Tað er umráðandi ikki at skelva á málinum, tá boð koma frá Mette og Kofod, hóast vit í løtuni ikki samstarva við Russland á nøkrum av teimum økjunum, handilskríggið snýr seg um. 

Tað kundi jú hent, at onkur í Føroyum fór at selja tøkni til russiska vápna- ella oljuídnaðin.

At handilskríggið við Russland kann fáa álvarsligar fylgjur fyri føroyska búskapin, gerst ikki við, siga teir báðir, Bárður og Jenis. 

At vit koma at rinda meira enn nakað annað land í verðini, mugu vit liva við. 

Vit eru jú, saman við Danmark, partur av demokratiska vesturheiminum, og mugu betala tað tað kostar.

Báðir eru teir riddarar av dannebrog, og tað forpliktar. 

Tað ljóðar, at teir hava fingið í boði at verða útnevndir til kommandørar av dannebrog, næstu ferð Hennara Hátign kemur til Føroya, fyri at standa saman við dønum í krínum ímóti russum.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo