Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í Kvívíkar kommunu eru tey heilt frammi í skónum, tá tað snýr seg um grøna orku.

Eitt ár er liðið síðani, at ein vatnmylla var tikin í nýtslu. Myllan skapar nóg nógvan hita til barnagarðin í bygdini, Áarlon.

- Oljunýtslan í Áarlon hevur verið umleið 2/3 lægri enn undanfarin ár. Oljunýtslan, sum hevur verið, kemst av at myllan ikki hevur koyrt optimalt seinasta vetur, tí lítið av vatni var í ánni og frost órógvaði, sigur kommunan á heimasíðuni.

4. oktobur 2021 varð skúlin so eisini knýttur at vatnmylluni, og hevur tískil nú verið hitaður við grønari orku í ein mánað.

- Hetta hevur eydnast væl, og hevur skúlin onga olju nýtt henda mánaðin.

Vatnorkuætlanin hjá Kvívíkar kommunu er slóðbrótandi í Føroyum. Ætlanin er at hita kommunalar bygningar í Kvívík við verkinum, samstundis sum árinini á náttúruna eru heilt lítil.

- Arbeiðið við at knýta Breiðá upp í verkætlanina er í gongd og væntast at verða liðugt fyrst í komandi ári. Tá ið tað er liðugt, hava vit tvífaldað vatntøkuna, so orkuverkið kann verða meira støðugt. Um kommunan kundi gagnnýtt alla orkuna, sum vatnverkið veitir, hevði kommunan, sum tann fyrsta í landinum, rokkið málinum um null útlát, sigur Kvívíkar kommuna á heimasíðuni.

Les meira á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo