Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Hevur tú eina rúgvu av myndum liggjandi til onga verðins nyttu inni í telduni? Fá tær í eina flotta fotobók. Skeiðið er næstan altíð útselt, so bíða ikki ov leingi.

Hvat er ein fotobók
Ein fotobók líkist øðrum vanligum bókum, har blaðsíðurnar eru prýddar við tínum allarbestu myndum. Hon verður heilt vist tann bókin í hyllini, tú verður allarglaðast fyri.

Summi gera eina bók í sambandi við brúðleypið, onnur av konfirmatión og fjakkaraferðini og uppaftur onnur gera eina bók um árið, við øllum minnunum.

TIP! Ger eina bók um árið
Eini góð ráð eru at gera tær eina bók um árið, har tú hevur samlað allar tær bestu myndirnar frá teimum ymiskum hendingum tað árið. Tú kanst t.d. brúka fremstu síðu til tekst/innihaldsyvirlit.

Kostnaður er bert 595 kr. iroknað eina fotobók og drekkamunn í steðginum.

Tekna teg HER ella á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo