Vit fara frá vetrartíð til summartíð eftir midnátt. Tá klokkan er 1 er vetrartíðin av á hesum sinni og klokkan skal flytast fram til klokkan 2. Sostatt missa vit ein tíma.
Flestu lond um okkara leiðir skifta ímillum summar- og vetrartíð, tó ikki Ísland. Flestu lond í Afrika og Asia skifta ikki ímillum. Heldur ikki í Suðuramerika er vanligt at skifta ímillum summartíð og vetrartíð, tó burtursæð frá nøkrum londum ella pørtum av londum, sum til dømis í Brasil, har summir landspartar skifta og aðrir ikki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo