Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Visit Faroeislands: Væl umtókta átakið ”Closed for maintenance – Open for voluntourism” verður endurtikið í mai 2022.

Hetta er eitt gott høvi hjá kommunum, hagapørtum og øðrum at fremja neyðugar ábøtur og at fyrireika økini at taka ímóti ferðafólkum, so viðurskiftini eru so væl skipað sum til ber.

Aftur hesaferð fáa øll øki í landinum javnbjóðis møguleika at luttaka í átakinum. Hetta verður lagt til rættis á tann hátt, at kommunur og kunningarstovur skulu senda inn uppskot til egnar verkætlanir í samband við “Closed for maintenance” í 2022.

Eins og undanfarin ár er pláss fyri áleið 10 ymiskum verkætlanum kring landið, og vit fara at bjóða 100 sjálvbodnum útlendingum at luttaka. Umframt allar fyriskiparar, arbeiðsformenn o.a., fáa 40 sjálvbodnir føroyingar eisini høvið at luttaka í verkætlanunum, soleiðis at øll arbeiðslið vera væl umboðaði av bæði føroyingum og útlendingum.

Treytirnar fyri luttøku eru, at kommunan ella kunningarstovan fyllir út umsóknarskjalið, ið er at finna á leinkjuni niðanfyri. Tess betri verkætlanin er umhugsað og lýst, tess betri møguleika hevur umsøkjarin at verða partur av teimum 10 verkætlanum. Sjálvsagt hevur tað eisini týdning, at verkætlanin loysir ítøkiligar avbjóðingar m.a. har sum ábøtur eru neyðugar.

Visit Faroe Islands letur umsøkjarunum eina fasta upphædd fyri kost og logi og kommunan/kunningarstovan ger síðani av, hvørjir veitarar í økinum verða brúktir til at veita mat og gisting.

Freistin at lata inn uppskot til verkætlanir er 21. januar 2022. Vilt tú luttaka í átakinum í 2022, skal umsóknarskjalið fyllast út og sendast okkum á t-post: info(at)visitfaroeislands.com.

Tá freistin er farin, viðger Visit Faroe Islands verkætlanirnar og ger av, hvørjar eiga at vera partur av “Closed for maintenance – Open for Voluntourism” átakinum, sum verður dagarnar 4.-6. mai 2022. Arbeiðsdagarnir eru 5. og 6. mai.

Finn umsóknarblaðið her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo