Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Aftur í ár er stórur tørvur á at stuðla við pengum til hjálparfelagsskapin Í menniskjum góður tokki. Tað eru í ár 800 føroysk børn, sum hava tørv á eini hjálpandi hond og sum vit við hesum tiltaki hava møguleika til at gleða á jólum.

Stigtakararnir, saman við VisitVágar, bjóða inn til eitt hugnaligt kvøld við tónleiki og uppboð sølu á Gamla Hotellið, Magenta í Miðvági. Tey sum koma at framføra eru Greta Svabo Bech, Sámal Ravnsfjall og Lea Kampmann.

Í millum hvørja framførslu verður uppboðs søla av listaverkum, sum vit hava fingið frá Jórun Haraldsen, Tórmóður Djurhuus, Arnleyg Magnussen, Bjørk Gudmundsen, Frívør Ellefsen og Lydiu Nielsen. Somuleiðis verður møguligt at bjóða uppá gott føroyskt kjøt frá Jákup Paula í Eyðansstovu og Seyðabókina eftir Robert Joensen sum Magna Thomassen hevur latið.

Vónandi møta tað fjølment av fólki, so vit kunnu geva Í menniskjum góður tokki eitt peningaligt ískoyti til teirra stóra arbeiði.

Tað er ókeypis at koma inn, peningurin sum kemur inn frá uppboðs sølu og peningagávum fer óskerdur til Í menniskjum góður tokki!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo