40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fríggjadagin 5. november 2021 kunngjørdi kommunan, at øll ferðandi við Bussleiðini skulu brúka masku. Talan er ikki bara um eitt tilmæli, men um eitt krav, sum er galdandi, inntil nærri boð verða givin. Harumframt mugu í mesta lagi 25 ferðandi vera í hvørjum bussi.

Kravið um masku er sett fyri at byrgja fyri størri smittubreiðslu og fyri at taka atlit til tey í okkara samfelag, sum av einhvørjari orsøk mugu ansa serliga væl eftir. Til dømis tey, sum sjálvi eru í vandabólki ella sum hava familjulimir ella onnur, sum av serligum orsøkum ikki kunnu koppsetast ella eru í vanda, um tey verða rakt av smittuni.  

Harumframt mugu í mesta lagi vera 25 ferðandi í hvørjum bussi.

Bussførararnir hava ikki møguleika fyri at kanna koronupass og hava avmarkaðar møguleikar fyri at handhevja kravið um masku. Hetta er sostatt eisini ein innilig áheitan á øll um at halda reglurnar og taka atlit, soleiðis at bussførararnir kunnu hugsavna seg um ferðsluna.

Førararnir hava tó heimild at seta krav um masku og at nokta ferðandi uttan masku at ferðast við bussinum. Somuleiðis hava førarar heimild til ikki at taka fleiri ferðandi uppí, tá talið av ferðandi er 25.

Fólk, sum av heilsuligum ávum ikki kunnu brúka masku, kunnu tó sleppa undan kravinum við at vísa fram eina læknaváttan, har tað stendur, at viðkomandi ikki tolir at brúka masku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo