Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

370. So nógvir vóru krabbameinstilburðirnir í 2019. Hægsta talið nakrantíð. Í miðal ein tilburður um dagin.

Árini frá 2009 til 2017 var talið millum 200 og 250, og áðrenn tað var tað millum 150 og 200.

Tað stendur at lesa í ársfrágreiðingini hjá Krabbameinsfelagnum, sum varð løgd fram á aðalfundinum herfyri.

- Hví er talið vaksið so nógv? Kanska tí vit liva longri. Kanska tí vit eru fleiri. Kanska tí vit liva øðrvísi. Ósunnari. Kanska tí tað ikki altíð verður gjørt upp líka. Brúka vit gransking úr øðrum londum, so kunnu vit siga okkurt um talið. Betri hevði verið, um vit við egnari gransking kundu sagt meiri. Nakað er granskað, og tíbetur er enn meiri á veg, sigur felagið í frágreiðingini.

Tak alla frágreiðingina niður her

Eftir aðalfundin er nevndin skipað soleiðis: Durita Tausen heldur fram sum formaður og Sonja Nielsen er næstformaður og kassameistari. Hini í nevndini eru Jóhan Poulsen, Magnus Magnussen og Olga Kristina Hansen, ið er nývald.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo