Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

INNSENT: Hósdagin tann 24. mars kemur yrkingasavn út á donskum, føroyskum, íslendskum og alt sum har er ímillum.

DISKO!F, ritstjóri Ana Stanićević, Norðuratlants Bryggjan, 136 síður: nordatlantens.dk/disko!f

 DISCO!F
Á heysti í 2021 ferðaðust 7 ungir yrkjarar úr Íslandi, Danmark og Føroyum ímillum tey trý londini. Í samband við ferðina skrivaðu tey um hvat tey sóu og vóru úti fyri. Tey fóru samrøðu við tekstarnar hjá hvørjum øðrum, skrivaði á tekstarnar hjá hvørjum øðrum, umsettu og “røversatte” teir. At “røversætte“ er tað sum yrkjarin Harald Toksværd nevnur tað at umseta ein tekst beinleiðis frá hvussu hann ljóðar. Málið verður eitt spælipláss har man sera snildur kann skreiða frá einari føroyskari til eina danska málisku.

“Pjask, pjask / Det er ligemeget / Hvad algerne siger / De passer sig selv / Planter og dyr / vælter ud af munden / på os, men vi kan ikke / blive enige om / hvad de hedder / viðgongdur kveiki kan / sættes til munden og blæses på / mens kvikgræsset bare står der // Fifill maler digtet gult / men bliver ved en fejl / til et enormt mælkebytte” skrivar Valdemar Kjærulff í einum yrkið, sum snýr seg um at læra at kenna lyndi hjá øðrum ígjøgnum máli.

Yrkjarnir
Teir sjey yrkjarnir sum eru farnir at kanna mál, natúr og mentan hjá hvørjum øðrum, eru føroyingarnir Dania O. Tausen (sum í løtuni er frammi við yrkingasavninum Skál saman við heimildarfilminum við sama navni) og Beinir Bergssom (júst í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavn hansara Sólgarðurin), danskarnir Maja Mittag, Harald Toksværd og Valdemar Kjærulff og íslendinganir Guðrún Brjánsdóttir og Sölvi Halldórsson.

Ókeypis niðurtøka – og upplestur
Ferðin og verkið byrja sum eitt hugskot hjá Signe Olsen, sum starvast hjá skúlatænastuni Norðuratlants Bryggjunið. Màlnæmið og ph.d.-næmingurin á Háskóli Íslands Ana Stanićević hevur bæði veri framleiðari, umstøðingur og ritstjóri av verkætlaninið.

DISKO!F er hugsað sum tilfar til undirvísningini í 7.-9. flokk í grannamálinum í norðuratlants økinum. Men bókin kan lesast av øllum til stóran ágóða – hon liggur ókeypis á på nordatlantens.dk/disko!f, har hon kan lesast á netinum ella niðurtakast, og har tú kann hoyra ein góðan part av yrkinum tala inn av sjálvu yrkjarinum.

Les, niðurtak og lurta á DISKO!F á nordatlantens.dk/disko!f

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo