Eitt gott høvd og eitt gott hjarta er ein framúr blanding
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Síðani covid-19 var staðfest á skeribreitti við laksi í Beijing, hava kinesiskir myndugleikar verið í sambandi við nógv lond ið útflyta mat til Kina. Í morgin eru vit í Føroyum á breddanum í arbeiðnum hjá kinesisku myndugleikunum.

Hesa síðstu vikuna, er alt sett á skinnarar, fyri at kinesisku matvørumyndugleikarnir kunnu fremja tað videoeftirlit av føroyskum virkjum, sum teir hava ynskt.

Kinesiski myndugleikin, GACC, hevur valt 2 matvøruvirkir, har tað í morgin 30/6 verður framt videoeftirlit.

Dagurin í morgin er skipaður soleiðis at

  1. Fyrst verður videofundur millum HFS og GACC – har umstøðurnar rundanum matvøruvirkini og støðan viðv. COVID 19 verður viðgjørd og umrødd. Á hesum fundinum luttekur eisini landslæknin
  2. Síðan verður farið á videoeftirlit á fyrsta virkinum, har eftirltisfólk hjá HFS og virkisumboð greiða frá umvegis videolink til GACC og
  3. Eftir fyrsta virkið, verður sama endurtikið á tí næsta virkinum.

Samskifti verður á eingilskum, og tulkur á donsku sendistovuni í Beijing, kemur at umseta samskifti frá eingilskum til kinesiskt og frá kinesiskum til eingilskt.

Á báðum virkjunum og á Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru eisini tulkar, soleiðis at samskifti umvegis videolink skal ganga so gott fyri seg sum til ber.

Alt byrjar í morgin ári kl. 06.30 føroyska tíð, væntast kann, at samlað videoeftirlitið kemur at taka einar 4-6 tímar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo