Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fýra tær fyrstu smátturnar hjá felagnum Útsýnið, verða reistar einarferð seinnapartin í morgin.

Smátturnar verða ikki til sølu, tí tær skula leigast út.

Tróndur Niclasen og konan Anita hava stovnað smápartafelagið Útsýnið, sum eigur smátturnar.

Fyrr í ár, tá ið VP tosaði við Tróndur Niclasen, segði hann, at fyrstu ferð tað kom fram at ætlanin var at fara undir smátturnar var í 2008, so tað hevur tikið sína tíð, men tað vóru fleiri loyvir sum skuldu fáast upp á pláss í sambandi við byggingina, segði Tróndur Niclasen við VP.

Tróndur Niclasen upplýsti tá, at felagið hevur loyvi at gera 19 smáttur tilsamans, men í fyrstu atløgu verða hesar fýra gjørdar.

Tað er West Tech í Sørvági sum hevur teknað smátturnar, og Búsetur hevur gjørt tær klárar at seta upp.

Smátturnar fara at standa innanfyri bygdina Bø, einar 800 metrar frá sjálvari bygdina, móti Sørvági.

Kostnaðurin liggur einastaðni millum 3 og 4 milliónir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo