Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hyggur tú upp í loft sæst eittans stjørna - sum er gongustjørnan Venus.

Venus verður oftani nevnd systurplanet hjá jørðini, tí gongustjørnurnar báðar líkjast so nógv bæði í stødd og massa. 

Umstøðurnar annars á Venus líkjast lítið teimum á jørðini. Har er altíð sera heitt, um 500 hitastig, og mest koltvísúrni. Russarar hava verið fremst í granskingini av Venus, og sendu fyrstuferð ómannaða rúmsondu sum lendi á Venus í 1970.

Tað sum vit síggja, tá vit hyggja at Venus, er eitt skýggjlag sum hylur gongustjørnuna og kastar ljósið aftur.

Venus verður eisini kallað Morgunstjørnan og Kvøldarstjørnan tí tá sæst hon best, og fyrr var hildið, at talan í veruleikanum var um tvær gongustjørnur.

Venus og Merkur eru einastu gongustjørnur í okkara sólskipan sum ikki hava nakran mána.

kelda: wikipedia

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo