Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ímeðan vit í Føroyum tosa um tað rætta ella skeiva í at lova russiskum trolarum og móðirskipum í havn, hevur kjakið tikið eina heilt aðra vend í Noregi, har eisini fleiri russisk skip javnan koma í havn. Har verður nú kjakast um, hvørt tað er í lagi at russiskir sjómenn sleppa at svølta íhel.

Við NRK siga fólk sum vita um viðurskiftini umborð á fleiri russiskum trolarum, at teir vanliga ikki hava nógvan proviant umborð. Og tískil eru noyddir at keypa úr landi, har teir koma í havn.

- Tey flestu hava tikið væl ímóti. Men onkur hevur sagt, at teir áttu at sloppið at svølta umborð í friði og náðum, sigur Dag-Frode Bårdsen sum býr í Tromsø, og nú hevur skipað fyri eini innsamling, so proviantur kann keypast til russararnar, sum ikki fáa brúkt egin gjaldkort ella á annan hátt fáa útvegað sær proviant í landi. Higartil eru umleið 20.000 norskar krónur komnar inn.

Noreg og Russland hava eitt landamark sum er um 200 kilometrar. Viðurskiftini ímillum russar og normenn, serliga har norðuri í Noregi, hava leingi verið góð, ikki minst síðani seinna veraldarbardaga, tá Russland rak týska herin burtur úr Noregi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo