Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Júst afturkomin av ferð í Noregi má eg bara staðfesta, at munur er á hvussu ymisk áskoðanin kann vera á hetta við skattum og brúkaragjøldum av ymsum slagi frá landi til land.

Í Føroyum er stóra evnið bummgjaldið til undirsjóvartunlarnar. Hóast prísurin at koyra ígjøgnum í dag er bara ein heilt lítil brotpartur av tí, hann var tá tunnilin lat upp, so hava vit skjótt kjakast í áravís um tað skal vera ókeypis ella ikki at koyra ígjøgnum. Onkur er enntá farin so langt sum at taka málið í egnar hendur, og alment boða frá, at hagani verður ikki rindað ein einasta króna afturat. Tað snýr seg snøgt sagt um prinsipp og at halda gjørdar avtalur. So kunnu hini gera, sum teimum lystir!

Tey flestu, sum hava verið í Noregi, munnu hava upplivað landið sum dýrt at ferðast í. Maturin er dýrur, antin tú keypir á matstovu ella í einum vanligum matvøruhandli. Skalt tú keypa tær eina øl ella vínfløsku afturvið, so blikna okkara egnu óforskammaðu prísir undir liðini á teimum norsku. Og sjálvt brennievni er væl dýrari enn hjá okkum, hóast Noreg er eitt oljuframleiðandi land.

Í flestu førum eru tað høg avgjøld, sum gera alt so dýrt, sæð í okkara eygum. Og Normenn hava eftir øllum at døma onki ímóti avgjøldum - í eini meiningarkanning, sum msn.no gjørdi, varð spurt, um avgjøldini skuldu hækka enn meira. Tú kundi velja "nei" ella "ja, for miljøet". Tveir triðingar av teimum sum svaraðu valdu seinna møguleikan.

Eisini bummgjøld eru púra vanlig. Bæði Oslo og Bergen hava bummgjøld sum ein heilt vanligan part av, hvussu samferðslan er skipað. "Tað kostar x krónur pluss bummgjaldið" fært tú at vita frá hýruvognsføraranum, spyrt tú um prís.

Eisini fyritøkur og vinnulívsfólk kunnu krevja gjald fyri atgongd, og gera tað. Eitt nú til býlingar við frítíðarhúsum uppi í fjøllunum, hagar normenn (og útlendingar) leita í stórum tali hesa ársins tíð at aka á skí.

Men eitt bummgjald, sum tú møtir í Noregi, er trupult at góðtaka. Í øllum førum hjá einum forvandum føroyingi. Tað er púra vanligt at krevja gjald fyri at sleppa á vesi. Tú kanst vera so sprongdur sum tú vilt. Onki gjaldskort? Tín trupulleiki! Á tokstøðini, busstøðini, í handilsmiðstøðini og allastaðni, har nógv fólk kemur, finnur tú hesar forbistraðu, gulu, óblíðu boksirnar, sum snøgt sagt nokta tær atgongd, uttan at tú fyrst koyrir kortið ígjøgnum og sleppur 10 krónum til statin áðrenn tú sleppur nøkrum øðrum.

Tað er for nógv av tí góða.

At fólk finna seg í slíkum, er mær ein gáta. Kanska eru normenn bara endaðir á onkrari glíðibreyt, har vit enn ikki eru? Og har vit heldur ikki skulu ætla okkum? Tað er í lagi við sámuligum brúkaragjøldum á hesum ella hasum. At leggja ein kostnað har, sum ein útreiðlsa er.

Men máti skal vera við.

Gunnar

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo