Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í líkhúsinum á universitetssjúkrahúsinum í rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest, er pláss til 15 lík, men har eru 40 stappað inn og fleiri liggja úti á gongini.

- Hetta er óvirðiligt, kalt og miskunnarleyst, sigur Claudiu Ionita, sjúkrarøktarfrøðingur á sjúkrahúsinum. Har eru tey í hesum døgum ovbyrjað sum ongantíð áður undir fjórðu og higartil ringastu koronaflóðalduni sum júst nú skolar innyvir landið.

- Tá eg byrjaði hetta starvið, hevði eg ongantíð ímyndað mær, at eg skuldi upplivað nakað líknandi, sigur hon við CNN.

Ein orsøk til ringu støðuna er, at sera fá eru koppsett í Rumenia. Bert áleið 36%. Og tað hevur helst samband við, at fólk í landinum generelt hava lítið álit á myndugleikum, eins og fleiri týðandi og kendir politikarar beinleiðis hava heitt á fólk um ikki at koppseta seg, tí tað er ótrygt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo