Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Jógvan Isaksen

Jógvan Isaksen

Jógvan Isaksen

Í kvøld klokkan 20:10 - eftir annan part av føroysku krimirøðini Trom - er heitið á sendingini í Kringvarpinum "Við Jógvani á túri". 

Tá sleppur hyggjarin á ferð við rithøvundinum Jógvani Isaksen, sum hevur skrivað mongu krimibøkurnar um Hannis Martinsson, sum filmsrøðin Trom er grundað á. 

Seinastu tretivu árini hava krimiskaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen verið tær, sum flestu føroyingar lesa. Á hvørjum ári er Jógvan ovast á metsølulistunum hjá bókahandlunum. Bøkurnar eru eisini týddar til fleiri mál. 

Jógvan Isaksen var fjøruti ár, áðrenn hann sprakk út sum skaldsøgurithøvundur. Tá hevði hann í fleiri ár skrivað greinir og bøkur um føroyskan skaldskap. 

Men hvør er Jógvan Isaksen? Hann sæst ikki ímillum okkum dagliga. Hann fór úr Føroyum longu tjúgu ára gamal í 1970, og hevur búð í Danmark síðani. 

Í sendingini ganga vit gamlar gøtur í Havn saman við Jógvani, har bæði hann og Hannis Martinsson hava sín uppruna. Vit ferðast í slóðini á Hannisi. Jógvan vísir okkum, hvar hann býr, og hvagar hann reikar. Jógvar leiðir okkum eisini gjøgnum sína barndómsins gøtu í Havn.

"Við Jógvani á túri" - KVF kl. 20:10 í kvøld.

Lagt til rættis: Suni Merkistein

Foto og klipp: Jónfinn Stenberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo