Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í vikuni kom loksins lógin um serskatting av sølu av veiðuloyvum. Lógin sum, sambært Sambandsflokkinum, skuldi tryggja inntøkur til felagskassan og minni spekulatión, bleiv til lógina sum eftir Fólkaflokssniðið tryggjar, at so lítið sum møguligt broytist.

Ein seinasti nagli í skattapolitisku kistuni, sum tryggjar teimum, sum longu sita á tí mesta, enn meira. Sum í prinsippinum staðfestir, at tað er útmerkað við sølu og privatum vinningi burtur úr almennari ogn.

Og meðan Jenis av Rana hevur start seg blindan í stóra pornomálið, siga Sambandsfólk seg “vera fangaði við buksunum niðri”.

Men ber tað yvirhøvur til hjá einum, sum av fyrstan tíð ongantíð var í nøkrum buksum?

Lógirnar eru so mikið komplexar, at sakførararnir fáa ríkiligt at takast við. Og komplexiteturin er eitt effektivt roykslør fyri veruligu aðaltættunum í nýggju lógunum:

- Tað bleiv sagt, eingin skal kunna selja seg ríkan við fiskiloyvum úr felags tilfeinginum. Men tað verður nú bara staðfest við lóg, at tað kan man.

- Tað bleiv sagt, útlendingar skulu ikki sleppa at ríka seg upp uppá felags tilfeingi okkara. Men júst tað lóggevur samgongan teimum nú rættin til.

- Tað bleiv sagt, vinnan skal aftur hava tryggar karmar. Og restin av samgonguni tekur obinbart undir við, at tað fær hon við at geva Jacob Vestergaard fullkomnar heimildir. Og lata Jørgen bestemma rest.

Kanska hevur aðaltátturin hjá samgonguni, í sonnum Jenisianskum anda, altíð verið hin sami:

 - Gevið tí stórreiðaranum tað, sum stórreiðarans er. Og biðið smáfólkið stilla seg í kø.

Hví blíva sambandsfólkini við at renna aftaná Fólkaflokkinum?
Alt hetta er gjørt í ramasta álvara, meðan heimurin at kalla hevur verið í kríggi móti coronasmittuni.

Meðan starvsfólkini í heilsuverkinum hava stríðst við at niðurberja coronasmittuna, og aðrir løntakarar hava umstillað seg og arbeitt víðari, hevur samgongan sníkt sítt stóra projekt ígjøgnum, sum skal tryggja, at júst starvsfólkini í heilsuverkinum, júst limirnir í starvsmannafelagnum, júst flakakvinnan og frisørurum fáa so lítlan lut í felags tilfeingi okkara sum til ber.

Og undir stóra roykslørinum verða limirnir í starvsmannafelagnum hartil bidnir at vísa samfelagssinni.

Aftur er mantraðið hitt sama: lat okkum gera tað dýrari vera lægst á lønarlistanum, soleiðis at tað verður høgligari at hoyra til tey meira vælbeskornu.

At Fólkaflokkurin útilukkandi rennur fyri stórkapitalinum, vita vit. Men hví blíva Sambandsfólkini við at renna aftaná?

Kanska tey á rennitúrinum um ikki annað bera heilsustarvsfólkunum, flakakvinnuni, frisørinum og øllum hinum, sum bóru føroyingarnar ígjøgnum fyrstu fasuna av coronasmittuni enn eitt heilhjartað, enn eitt eyðmjúkt, enn eitt útlúgvað “takk”.

Jóan Pauli Dahl Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo