At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Forsætiráðharrin í Finnlandi, Sanna Marin, mátti á tíðindafundi í gjár svara spurninginum, um hon brúkar narkotika.

Orsøkin er ein nýggj video upptøka sum vísir eitt sera lívligt ball har forsætisráðharrin luttekur.

Sí video her

Video-upptøkan er deild víða á sosialu miðlunum og nógv tjak er um ballvanarnar hjá 36 ára gomlu Marin.

Finskir miðlar skriva, at fleiri á upptøkuni rópa um kokain.

– Eg havi ikki brúkt narkotika, og ikki brúkt nakað annað enn alkohol. Eg havi dansað, sungið, ballast og gjørt nakað sum er heilt lógligt, segði forsætisráðharrin.

– Og eg havi heldur ikki verið í slíkari støðu at eg havi sæð onnur brúkt narkotika, segði Sanna Marin við YLE.

- Eg havi eitt familjulív, eg havi eitt arbeiðslív, og eg havi frítíð, har eg eri saman við mínum vinum. Stórt sæð sum øll onnur á mínum aldri.

- Eg ætli mær at vera júst sami persónur, sum eg havi verið til nú, og eg vóni, at tað verður góðtikið, sigur Marin sambært BBC.

Marin var sunnudagin kallað "heimsins kulasti politikari" av týsku avísini Bild.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo