Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍA: Ítróttarfelagið Argir hevur sett nýggjan høvuðsvenjara. Borce Markovski úr Bitola í Norðurmakedónia fer komandi kappingarárið at hava ábyrgd av barna- og ungdómsarbeiðinum á Argjum.

Borce er 52 ára gamal og hevur Master Coach Licence frá EHF og útbúgving innan Physical Sport and Health. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari, m.a. sum høvuðsvenjari hjá U19 manslandsliðnum hjá Makedonia.

Seinastu tvey árini hevur Borch verið venjari hjá Stíf, og hevur hann verið væl dámdur. Tá hann longu hevur búð her í tvey ár, kennir hann væl til Føroyar og viðurskifini her.

Nevndin í ÍA eru sannførd um, at Borce kemur at hjálpa okkum at flyta felagið fram á leið, og vit gleða okkum at arbeiða saman við honum. Borce kemur frá eini øðrvísi hondbóltsmentan, enn vit eru von við, og hann er klárur at seta sín dám á framtíðina hjá ÍA.

Vit ynskja Borce hjartaliga vælkomnam í felagið og vóna, at øll taka væl ímóti honum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo