Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú er líkt til at bøtt verður um tørvin á bústøðum á Eiði.

Tí hóskvøldið 17. september skrivaðu Sp/f Búð og Eiðis kommuna undir sáttmála um keyp av lendi til íbúðarbygging.

Talan verður um 6-8 íbúðir á Kolshjøllum (gamla kampingøkinum) sum vera klárar at taka í nýtslu í 2022.

Jógvan í Skorini, borgarstjóri, sigur í stuttari viðmerking við VP, at tørvurin er stórur á býli á Eiði - koma hús á sølulistan, verða tey skjótt seld.

- Her búgva yvir 100 fólk fleiri í dag enn fyri 10 árum síðani, sigur Jógvan í Skorini.

Sp/f Búð eigur verkætlanina, møguleiki er tó fyri at verkætlanin verður gjørd í samstarvi við Bústaðir.

Tað var annars 25. juni at freistin fór at lata inn uppskot til íbúðarbygging á Eiði. Tilsamans komu tvey tilboð inn til bygdaráðið. Bygdaráðið mælti einmælt til at skriva undir sáttmála við Sp/f Búð.

Tað hevur tikið nakað av tíð at fáa sáttmálan endaliga upp á pláss, men hesin er nú undirskrivaður.

- Tað er av alstórum týdningi fyri okkara kommunu at vit kunnu bjóða fjøllbroyttar bústaðarmøguleikar og er íbúðarverkætlanin á Kolshjøllum ein liður í hesum, sigur Jógvan í Skorini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo