Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 30. november nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum

ICES mælir til, at veiðan av toski í 2020 kann vera í mesta lagi 6 247 tons og er hetta ein minking upp á 47% í mun til tilmælið í 2019. Verri føðiviðurksifti í havinum síðstu árini hava ávirkað toskastovnin neiliga, soleiðis at tilgongdin er minni enn væntað.

Veiðan av hýsu í 2020 kann vera í mesta lagi 11 440 tons og er hetta áleið tann sama veiðan, sum ICES mælti til í 2019. Gýtingarstovnurin av hýsu veksur framhaldandi, hann er nú mettur at vera 52 245 tons. Vøksturin í gýtingarstovninum kemst serliga av 2016- og 2017-árgangunum, sum eru mettir at vera væl yvir miðalstødd.

Veiðan av upsa í 2019 kann vera í mesta lagi 27 368 tons og er hetta ein minking upp á 23% í mun til tilmælið í 2019. Gýtingarstovnurin av upsa hevur verið væl fyri síðan 2014. Veiðutrýstið er framvegis hægri enn tað veiðutrýst, sum er mett at geva størstu varandi veiðu.

Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

Toskur

Hýsa

Upsi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo