Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Minesto, sum ger royndir við at framleiða el úr sjóvarfalsorku saman við SEV í Vestmannasundi, letur væl at royndunum, sum eru gjørdar higartil síðani drekin varð settur út í mai.

Drekin, sum fekk navnið Íðunn, er 40 metrar undir vatnskorpuni, framleiðir inn á netið hjá SEV og savnar samstundis inn upplýsingar av ymsum slagi. Alt verður stýrt frá høvuðssætinum hjá Minesto í Svøríki, og í Vestmanna eru lokalir samstarvsfelagar við í royndunum, eitt nú við at seta drekan út og taka hann inn aftur, eins og arbeiða við streymmátarum og øðrum, sæst í tíðarritinum Offshore Energy.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo