Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

 

Háttvirda samkoma – kæru landsmenn.

Í býráðssalinum inni í Heiðunum stendur ein tódnað sniðútgáva av mjólkarbátinum “Ruth”. Sera væl frágingið handverk. Fráboðanin um eina byrjan.

“Ruth” var úrslitið av eini merkisverdari samanrenning, har alkohol, mjólk, ferðafólk, farmur og postur spæla ein stóran leiklut.

Fráhaldsmenninir fingu, nakað eftir aldarskiftið fyri stórthundrað árum síðani, ein danskan meiarist at hjálpa sær í stríðnum ímóti rúsandi evnum, og tá staðfest var, at børn í Havn fingu alt ov lítið av mjólk at drekka, hendi tað, at meiaristurin bleiv verandi í Føroyum, og tvær flugur komu soleiðis um stokkin í einari syftu. Brennivínshandilin lat aftur, og Christensen bankastjóri, Valdemar Lützen og Poli í Dali settu á stovn eitt mjólkavirki. Hetta var í 1908.

Fyri at seta hetta í ein skiljandi tíðarkarm, so minnast tey flestu tvey ættarlið aftur í tíð við ommum og abbum. Abbi mín á Glyvrum var 18 ára gamal, tá Ruth var sett í skipaða rutusigling, tann fyrsta av øllum í Føroyum, og abbasonurin stendur nú, 65 ára gamal, í fremstu undirstøðuframkomu landsins nakrantíð, sum ættarliðini eftir okkum fara at fáa miklan ágóða av.

“Ruth” var keypt við tí endamáli, at fáa mjólk til stórstaðin frá bóndum í Sundalagnum og innan av Skálafjørðinum. Posturin øvuta vegin fekk fíggjarligu kabaluna at ganga upp. Vit, sum hava livað nóg leingi, kenna eftirsíðan søguna um trafikalu undirstøðuna, sum Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik A/S stóð á odda fyri, - hagartil Strandfaraskip Landsins tóku yvir. Skipsdekk, salongir, spýggibakkar, rull, barnagrátur, rósaðir bilar og nógvir harðbalnir túrar eru síðan yvirhálað av vegum, brúm, tunlum og nú undirsjóvarsmogum.

Hetta boðar frá, at nógv samband av góðum grundum hevur verið millum syðru endarnar á størstu oyggjum landsins, eisini áðrenn tíðina við skipaðari rutusigling. Fjarðbúgvarnir orienteraðu seg í mun til høvuðsstaðin, tað var har tey stóru ørindini vórðu avgreidd, áðrenn tann stóra menningin tók seg upp kring um Skálafjørðin, og tað mesta kundi avgreiðast í egnum jørðildi.

Eysturoyartunnilin letur í dag, eftir politisk lop og skamlop, upp fyri almennari ferðslu. Vit, um hesar leiðir, eru ikki óvon við menn sum hugsaðu stórt, eisini í undirstøðuni, men hetta er ultimativa fráboðanin um, at okkara lítla oyggjasamfelag áhaldandi liggur við framskrúvu.

Útbúgvingarmøguleikar og undirstøðukervi, á øllum mótum, hava flutt Føroyar framá til at vera í heimsflokki sum vælferðarsamfelag. Hendan íløgan, sum útheimurin undrast yvir, er enn ein varði í skilvísari útbygging av landinum, sum gevur mongum nýggjar møguleikar. Runavíkar kommuna – serliga teir partarnir sum liggja næstir tunnilsmunnunum - báðumegin við Saltnesgrynnuna - liggur nú í solar plexus í Føroyum. Í miðju landsins, og tann møguleikan eiga fólk at brúka optimalt. Væntandi verður samrakstrarmátturin stórur, nú meiri enn helmingurin av Føroya fólki búleikast við tríggjar tunnilsmunnar – teymar úr sama tunli. So ymiskir sum hesir partarnir annars eru, við hvør sínari skrúvu, fara teir heilt víst at stuðla undir meiri menning í samlaða høpinum - har útboð og eftirspurningur hava fingið væl størri rásarúm.

Eysturoyartunnilin fer at vera til mikið gagn, og væl var tað, at vit krøktu hann í sama møguleika hjá sandoyingum. Vónandi fer smálig provinsiell hugmóð ikki at forða suðuroyingum í at fáa sama møguleika um nøkur ár.

Á søgunnar slóð eru 112 ár sum eitt evarska lítið blunk í tí stóra ljóshavinum, men í hesum stutta tíðarhvarvi hava vit flutt okkum frá fyrstu skipaðu rutusiglingini hjá Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik A/S til at aka aftur og fram undir hummararúsunum á Tangafirði.

Ruth, sum mangan brattan mundi fara um fjørðin, flytur seg nú metaforiskt á hjólum undir Tangafirði. Hetta er ein stórur dagur.

Hjartaliga til lukku við frambrotinum - landsmenn all

Tórbjørn Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo