At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú er tað soleiðis at eg havi valt at stilla upp til kommunuvali nú 10. novembur og vil eg her við skriva nakrar reglur um meg sjálvan.

Eg byrji við at skriva “Ikki bara klovn” tí tey flestu kenna meg best frá, at eg fjasi uppi á einari senu, men tit skulu vita, at tað sum eg seti mær fyri plagar at lukkast.

Í Sørvagi er gott at vera. Vit hava barnagarð, skúla, fimleikahøll, svimjihøll, musikkskúla, dansistovu, matstovur, osf. So tað manglar ikki nógv í, til at vera perfekt.

Nógv av hesum er sera gott, men okkurt kann gerast betur.

Um vit fyrst taka Barnagarðin
Vit hava ein jaligan trupulleika í Sørvági við at barnagarðurin er ov lítil. Sum tey flestu hava merkt á teirra kæra bil uppi á Mýrum so er tað blivið planera fyri einari vøggustovu sunnanfyri barnagarðin.

Hendan vøggustovan má koma upp so skjótt sum gjørligt, tí um hettar ikki verður gjørt, vænti eg at tilflytingin av borgarum til okkara kæru bygd fer at steðga upp.

Men vit mugu hava eitt strangt eftirlit við hesari bygging, so hon ikki verur dýrari enn hægst neyðugt.

Her hugsi eg ikki at tað skal vera tað bíligasta sum vit fáa, men tað skal heldur ikki vera tað dýrasta.

Fimleikahøllin í Sørvágs skúla
Vit hava eina fimleikahøll í Sørvágs skúla sum hevur tænt okkum sera væl nú yvir 30 ár, og vænti eg at vit fara at brúka hana í nógv ár afturat.

Hóast høllin er fín, so líkur hon ikki krøvini ið eru sett fyri at spæla flogbólt.

Eg haldi at tað er sera løgi, at Sørvágur sum millum manna verður rópt flogbólts bygdin, ikki hevur eina høll sum líkur krøvini.

Eisini hevur hon verið fult sett nú, í nógv ár. So at tey ungu sum ikki spæla flogbólt hava ikki havt nakran møguleika at sleppa inn.

Eg fari at arbeiða miðvíst fyri, at fáa sett skjøtul á eina høll hesa setuna, óansæð um hon liggur á sandinum ella uppi á Reyni.

Musikkskúlin
Vit hava ein tann flottasta og mest frammkomna musikkskúlan í Føroyum, liggjandi í Sørvági. Synd er at síggja at hann stendur myrkur næstan hvørt kvøld.

Eitt av mínum hjartamálum er at fáa lív í skúlan um kvøldarnar, og at fáa nýggjar ungar tónleikabólkar at blóma í Sørvági.

Eisini haldi eg, at tað átti at verið møguligt, at havt eina konsert um vikuna í skúlanum.

Eg havi eina tiltrúgv til, at Gamliskúli kann vera líka so væl umtóktur, sum Reinsaríi í Havn at hava konsertir í.  

Dansistovan (Bio Høllin)
Ja, hvat skal man siga um hana. Sum nú er kann hon slett ikki brúkast, so spurningurin er um hon skal rívast niður ella umvælast.

Tað, eg veit er, at vit mangla eitt tilhald til ung sum eldri, har øll kunna savnast at práta um tað farna.

Eg eri treiskur og fari 100% inni í tað sum eg seti mær fyri.

Velur tú meg velur tú broyting.

Jóhan Mikkelsen
Listi B Sørvágs kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo