Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-217/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, um møguleikan hjá útlendingum at læra føroyskt

Spurningar vóru soljóðandi:
1. Hvat verður gjørt fyri at tryggja sær, at útlendingar, ið flyta til Føroya, læra føroyskt?

2. Hvørji krøv eru til útlendingar um, at tey skulu læra føroyskt, um tey skulu vera her í longri tíð?

3. Hvør hevur ábyrgdina av at tryggja, at útlendingar, ið búsetast í Føroyum, verða integreraðir?

4. Hvat verður gjørt fyri at integrera útlendingar, ið flyta til Føroya?

Svarað verður undir einum:
Í løtuni er tað ikki eitt krav, at útlendingar, sum flyta til Føroya, skulu læra seg føroyskt, men í uppskotinum til integratiónslóg, sum væntandi verður lagt fyri Løgtingið í næstu tingsetu, verður sett sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi, at tilflytarin hevur luttikið í undirvísing í føroyskum og hevur staðið eina roynd. Væleydnað integratión er m.a. treytað av, at tilflytarin lærir málið, og á henda hátt verða tilflytarar, sum ætla at vera búgvandi í Føroyum, eggjaðir til at læra seg føroysk og at læra føroyska samfelagið at kenna.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur ment útbúgvingina Føroyskt sum annaðmál 1, 2, og 3 (FSA1, FSA2 og FSA3). FSA er undirvísing í føroyskum máli og kunning um føroyska mentan og samfelag fyri vaksnar tilflytarar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Undirvísingin eigur í størst møguligan mun at fara fram við fyriliti fyri mentan og fortreytum hjá tilflytarum og við fyriliti fyri veruleikanum hjá tilflytarum í føroyska samfelagnum. Útbúgvingin, sum er ætlað vaksnum tilflytarum, er skipað eftir altjóða CEFR-leisti (Common European Framework of Reference for Languages), og kann tí sammetast við málútbúgvingar aðrastaðni. Undirvísingin verður skipað sum serstøk frítíðarundirvísing eftir løgtingslóg um frítíðarundirvísing v.m.

Góður málførleiki er kortini ikki í sjálvum sær nóg mikið til at staðfesta, hvørt ein tilflytari er komin væl inn í samfelagið, men málførleiki er ein ábending, sum saman við øðrum viðurskiftum kann siga nakað um, hvussu væl tilflytarar eru komnir inn í samfelagið. Í øllum førum er umráðandi at viðurkenna, at hóskandi málførleiki er eitt stórt stig nærri endamálinum um, at tilflytarar skulu kunna gagnnýta sínar førleikar og síni evni og hava møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar borgarar í samfelagnum.

Væleydnað integratión í høvuðsheitum er ábyrgdin hjá einstaka tilflytaranum, men væleydnað integratión snýr seg eisini í stóran mun um vælvild, hugburð og um í felag at taka ábyrgd. Tí er umráðandi, at familja, vinir og nærumhvørvið annars, arbeiðsgevarar og arbeiðspláss, felagsskapir og borgarar taka ábyrgd av, at integratiónin verður væleydnað.

Á Útlendingastovuni hevur integratiónssamskipari verið í starvi síðani 2015. Samskiparin hevur m.a. veitt almennum stovnum, kommunum, sjálvbodnum felagsskapum o.ø. vegleiðing um integratión, eins og integratiónssamskiparin hevur staðið fyri at framleiða ymiskt tilfar.

Útlendingastovan hevur harumframt framleitt nakað av tilfari um integratión, m.a. bóklingar um dagstovnaøkið og skúlaverkið. Eisini er skipað fyri øðrum integratiónsfremjandi tiltøkum, m.a. sambinding og integratiónslegum, eins og Útlendingastovan hevur átikið sær at samskipa tulking. Ein integratiónsvegleiðari er settur í fast starv á Útlendingastovuni í ár.

Komandi integratiónslógin hevur til endamáls at virka fyri at fremja integratión í Føroyum.

Yvirskipaða málið við integratión er, at tilflytarar fáa góðan møguleika at trívast og fáa høvi at geva sítt íkast til samfelagið á ein týðandi hátt.

Endamálið við integratiónslógini er ikki assimilatión, men integratión og javnstøða millum allar borgarar. Tað skerst kortini ikki burtur, at lítið hevur verið kjakast um integratión, og at uppskotið fer at endurspegla, at hetta er nýggj lóggáva, sum má setast í samanhang við samfelagið og støðuna í Føroyum í dag. Samstundis er umráðandi at hava í huga, at integratión fyrst og fremst er ábyrgd hjá hvørjum einstøkum, sum velur at koma til Føroya, og at tað er ábyrgdin hjá tí almenna at skapa karmar, sum gera, at integratión yvirhøvur ber til.

Við integratiónslógini verður farið undir at skapa hesar karmar, men greitt er eisini, at komið verður ikki á mál við bara eini integratiónslóg. Umframt lóggávu, sum skapar formligu karmarnar og setur formligu krøvini, er eisini neyðugt at menna ítøkilig tilboð til tilflytarar, m.a. nøktandi undirvísingartilboð. Mest umráðandi er kortini at skapa tilvit um týdningin av integratión og at eggja til ta hugburðsbroyting, at integratión hevur týdning fyri alt samfelagið og at allir íbúgvar landsins hava part av ábyrgdini fyri, at integratiónin eydnast.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 28. juni 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo