Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At man kann vera ósamdur politiskt er sjálvsagt, men vit kunnu ikki vera ósamd um fakta. Tí ber tað ikki til at kjakast, um upplýsingar í kjakinum ikki eru rættir.

Tað átti ikki at verið neyðugt at rættleitt løgtingsmannin, men tað má eg gera. Ósannindi vera ikki røtt, bara tí tey vera endurtikin nóg ofta.

So her ein stutt rættleiðing.

Landslæknaembæti er danskt málsøki. Tað er ikki nakað nýtt. Tað er Styrelsen for Patientsikkerhed, sum setur størvini. Føroyskir myndugleikar hava onga ávirkan á hvør situr í starvinum. Og føroyskir myndugleikar hava heldur ikki lóggávurætt á økinum. Tað er tað sum er trupulleikin. Tað hevur onki at gera við hvør persónur situr í starvinum. Tað eru fakligu førleikarnar, sum avgera tað.

Í 2014 segði seinasti føroyingurin, sum hevur røkt starvið, upp. Og síðan tá er tað røkt av skiftandi landslæknum, og í stutt tíðatskeið av Styrelsen for Patientsikkerhed, tí tað er trupult at fáa sett starvið. Karsten Hansen, sum tá umsat økið hevði longu tá hugsanir frammi um at yvirtaka embæti, og setta eitt útgreiningararbeiði í gongd.

Tað er ikki tað um landslæknin er føroyingur ella ikki, sum hevur týdning. Tað sum hevur tydning er um lógarøkið er føroyskt, so vit kunnu seta tær lógir í gildi, sum vit ynskja til okkum. Og lógarøkið verður ikki føroyskt fyri tí um ein føroyingur situr í starvinum.

Tí er tað burtur úr vón og viti at skuldseta meg fyri at hava flutt embæti til Danmarkar. Har hevur tað altíð verið. Og broytingin, sum kom tá ið seinasti føroyingurin fór frá hendi í 2014 meðan fólkaflokkurn sat við valdi. Ikki tí tað hevur nakran týdning fyri øki, men tað er bara fakta. Alt hetta er til skjals.

Restina av greini hjá Jóhan Eli, har hann leggur Tjóðveldi undir líkt og ólíkt. Ja, tað sigur kanska meira um greinaskrivaran sjálvan. Ótrúligt at hoyra, at ongin hjálp er at heinta frá Tjóðveldinum, nú vit júst hava samtykt hjáparpakkar og annað í semju, og sita í nevnd við nógvum málum, sum vit eru samd um.

Landið liggur nærmast í undantaksstøðu. Tað átti at verið týdningarmiklari arbeiði at útført hjá Fólkaflokkinum enn at brúka orkuna til at leggjast eftir Tjóðveldi. Brigsl og skeivar ákærur byggja onki land. Tað ger samanhald og samstarv.

Sirið Stenberg
Tjóðveldi

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo