Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hugsjónarliga er tað gagnligt at seta sær eitt mál. Tað er ein góð íløga í tilveruna at taka sær stundir at hugsa. At lata seg kveikja av mennandi talu, stimbrandi tankum og væl úr hondum greiddum verki er vísdómur, ið føðir vísindi.

Tað ræður um at hava dirvi at hugsa stórt og evnini at halda fast við hugsjónina, hóast mangt tykist miseydnað og avlagað. Ístaðin fyri at vraka hugsjónina og tilvitað dvølja við tað, ið køvir, eiga vit sum hugsandi vitborin menniskju at rúma bæði hugsjón og veruleika.

Hugans arbeiði eigur eisini at verða gjørt, tá ið vit greina kristindómin, lív teirra kristnu og samfelagið.

Út frá fólkaræðisligari hugsan verður staðfest, at samfelagið fevnir øll menniskju, øll íroknað, eingin uttanfyri. Vit hava øll rættin at liva, virka og vera.

Í okkara parti av heiminum er fólkaræðið grundtónin í allari hugsan. Innan teir karmar, ið eru ásettir við lóg, kunnu vit skipa okkara lív og liva svá, ið vit ynskja. Ein av teimum ásettu avmarkingunum er, at vit ikki mega gera øðrum menniskjum skaða. Ongum er heimilað at geva øðrum mein til likams ella sálar.

Henda fatanin, at samfelagið er størri enn vit og okkara, má havast í huga, tá ið roynt verður at greina kristindómin í mun til lív og atferð teirra kristnu. Tað er í tí almenna samfelagnum, ið er merkt av ymiskari lívsáskoðan, skiftandi politiskum viðurskiftum og øðrum átrúnaði, at tey kristnu skulu sýna sannan kristindóm.

Desmond Tutu var erkibiskupur í Cape Town í Suðurafrika frá 1986-1996. Hann er kendur um allan heimin fyri ta fatan, at lív teirra kristnu eigur at avmynda Jesus Krist sum frelsara. Tað var umráðandi fyri Tutu, at trúgvin á Jesus, ið hevur sæti í hjartanum, varð endurspeglað í samskiftinum við samtíðarfólkið.

Erkibiskupurin visti fullvæl, at kristnin ikki altíð megnar at liva samsvarandi hugsjónini. “Okkara kall er at boða boðskapin um kærleikans Guð, men sum kristin hava vit gjørt okkum sek í at spreiða hatur og illgiting. Vit lovsyngja honum, ið vit kalla friðarhøvdingin, og tó hava vit luttikið í fleiri kríggjum, ið vit minnast við sorg.” 1)

Hóast ófullkomileika eigur kristnin at halda málið høgt. Við at staðfesta tilverunnar veruleika og samstundis taka tað kristna kallið í álvara, verða vit leidd inn í ta hugsan, har evangeliið um Jesus eggjar til góðgerðir og friðarliga samvinnu. Ikki hevnd og hevndarhugur. Ikki løna ilt við illum. Ístaðin fyri beiska hugsan eigur kærleikin at eggja til fyrigeving og sáttargerð.

Serliga væl sást tann kristni hugburðurin í 1994, tá ið Nelson Mandela eftir 27 ár í fongsli gjørdist forseti í Suðurafrika. Alt sítt lív hevði hann arbeitt fyri javnrættindum til øll fólkasløg. Tann hvíti minnilutin hevði stýrt landinum og gjørt teimum littu lívið óliviligt.

Apartheid og rasisma gera mun á fólki vegna húðalit og etniskt upphav. Tann hvíti maðurin (m/k) hevði rættindi, meðan tað litta fólkið livdi undir trælakorum við avmarkaðum rættindum. Nelson Mandela heitti á Tutu um at standa á odda fyri eini nevnd, ið skuldi skapa eitt liviligt Suðurafrika, har øll ælabogans fólkasløg kundu liva í sátt og semju.

Eitt týðandi amboð í stríðnum fram til fólkaræðið var máliskan: Tað er eingin framtíð uttan fyrigeving.

Vit mega játta okkara syndir fyri Guði og monnum. Vit mega angra og biðja um fyrigeving. Vit mega fyrigeva teimum, ið hava syndað ímóti okkum.

Desmond Tutu fekk eisini ein týdningarmiklan leiklut aðrastaðni í Afrika, t.d. í Rwanda. Eftir blóðbaðið í 1994, har ein knøpp millión fólk vórðu týnd, heitti hann í eini almennari talu á politikarar at virka fyri, at landið fekk eina nýggja byrjan, ið bygdi á fyrigeving og fyrigevandi sinnalag.

“Tess vegna komi eg við hesi áheitan. Guð, gev mær tey røttu orðini, ið kunnu nema hjørtuni á okkara systrum og brøðrum í Rwanda og uttanfyri Rwanda, so systrar okkara og brøður vita, at tað er eingin framtíð uttan fyrigeving.

Tað er eingin framtíð uttan frið. Tað er eingin framtíð uttan sáttargerð. Tað kann ikki verða sátt og semja uttan fyrigeving. Og tað er eingin fyrigeving, um menniskju ikki angra.” 2)

Erkibiskupurin bað tað samlaðu kristnu fjøldina fara í forbøn fyri Suðurafrika, so fólkaræðið gjørdist bulurin í landinum. Bønin í Jesu navni skapti saman við angur, fyrigeving og sáttargerð eina bjartari framtíð. At fyrigeva letur dyrnar til frælsið upp. Hevndin letur dyrnar aftur.

Kristindómur sum hugsjón og kristin menniskju í bøn til lívsins Guð skaptu saman við øðrum eitt nýtt og betri Suðurafrika. Eisini í okkara samtíð er Jesus ein livandi og virkin frelsari. Amen.

Orðið: “Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: “Eyga fyri eyga og tonn fyri tonn.” Men eg sigi tykkum, at tit mega ikki seta tykkum ímóti tí illa.” (Matteus 5,38-39).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild:
Desmond Tutu, “Gud er ikke kristen”, Boedal 2012, bls. 20.
Desmond Tutu, “Gud er ikke kristen”, Boedal 2012, bls. 46.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo