Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Iceland Airwaves er eins og The Great Escape ein ógviliga væl umtóktur vinnu- og tónleikafestivalur, sum førir nógvar tónleikarar fram á pall – bæði úrvaldar evnaríkar og kendari tónleikarar, sum nærkast at mynda yvirskriftir í Evropa. Festivalurin er í Reykjavik og varir í tríggjar dagar við høvuðsdenti á at gera vart við nýggjan tónleik, bæði íslendskan og altjóða. Iceland Airwaves dregur hvørt ár stóra fjøld av  vanligum áhoyrarum, nógva tónleikavinnu og nógvar tónleikamiðlar úr stórum parti av heiminum. Festivalurin hevur fleiri ferðir havt stóran týdning í fyrsta stignum á yrkisleiðini hjá mongum stórum tónleikarum.

Millum tónleikarar, sum hava spælt á Iceland Airwaves, eru stór nøvn sum Florence and the Machine, Fatboy Slim, Sigur Rós, Of Monsters And Men, Aurora, Haim, Highasakite, Robyn, Björk, Vampire Weekend og mong onnur.

Umframt konsertirnar verða ráðstevnur hildnar um dagin, sum fevna um áhugaverd pallborð, tíðarbært kjak, høvuðsrøðarar og ørgrynni av netverksmøguleikum.

Føroysku tónleikararnir, sum eru váttaðir og alment lýstir til festivalin, eru:
Janus Rasmussen
Brimheim
Marius DC
Guðrið Hansdóttir
Kóboykex

»Allir tónleikarar spæla í minsta lagi tvær almennar konsertir hvør á festivalinum«, sigur Glenn Larsen, sum leiðir FMX (Faroe Music Export.). »Onnur konsertin er fyribils ikki sett í skránna, hin verður á tí ógviliga sentrala spælistaðnum Iðno. Her fara vit at hava okkara egna tiltak bara við føroyskum tónleikarum á pallinum. Hetta tiltakið verður partur av almennu skránni.  Kanska fer tað eisini at bera til hjá einstøkum tónleikarum at spæla eina ella fleiri konsertir umframt hesar báðar, men tað er ikki sett inn ella váttað enn.«
 
Larsen heldur fram, at FMX hevur bjartar vónir um føroyskan tónleikaútflutning:

»Slóðin, vit løgdu eftir okkum á The Great Escape, er bara ein av mongum, og vit gleða okkum stórliga at navnkenna allar hesar føroysku tónleikararnar á Iceland Airwaves. Føroyski tónleikapallurin er í góðum ráki, og fleiri forvitnislig tíðindi eru í væntu – eisini fyri festivalin í Reykjavík. Vit eru á góðum staði, og nógv áhugavert hendir.«
 
Bókingarstjórin hjá Iceland Airwaves, Sindri Ástmarsson, sigur soleiðis í einari viðmerking:

"I‘ve been following the Faroese music scene closely for the last 10 years and it‘s really exciting to see how far they have come in the last decade. I know I can speak for most of the team here that one of our all time favorite festivals is G! Festival in the Faroe Islands. It‘s something you must experience in your lifetime. The Iceland Airwaves team is really looking forward welcoming our neigbours to the festival this year and let our guests get a taste of what‘s happeining in this fast growing and really exciting scene."

Meira um Iceland Airwaves her: icelandairwaves.is/ 

Iceland Airwaves er í ár frá 3. til 5. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo