Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Hjá KBI í Klaksvík lata tey hampiliga væl at søluni, hóast onkrir partar av fyritøkuni merkja nakað av afturgongd.

 

Korona hevur ávirkað flestu vinnufyritøkur í landinum, men ikki allar eru so hart raktar. KBI, sum selur amboð og útgerð, er millum teirra, har tað framvegis gongur rættiliga væl.

 

KBI hevur ein stóran amboðshandil í Klaksvík, har tey selja maskinur, kompressarar, sveisitól, olju, vaskiútgerð o.a.

 

Nógv tann størri parturin av virkseminum hjá fyritøkuni er tó at veita útgerð til skip, virkir og almennar stovnar, bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta er eitt nú teknisk útgerð til motorar og pumpur, spyrjiolja, vaskiútgerð og annað.

 

Umframt hetta eigur KBI eisini í venjingarmiðstøðini, Íðka, í Klaksvík.

 

Broytt eitt sindur

 

Onkrar broytingar eru hendar í virkseminum hjá KBI seinastu vikurnar, men tó ikki so ógvusligt, heldur Karl Birgir Isaksen, stjóri í KBI.

 

Í søluni til skip og virkir merkja tey lítlan og ongan mun.

 

Nakað av minking er í søluni í amboðshandlinum. Kanska einamest tí nógvir handverkarar ikki fáa arbeitt heilt, sum teir skulu, tí atgongdin til hús og virkir, har teir arbeiða, er vorðin meira avmarkað hesa seinastu tíðina við corona-smittuvandanum.

 

Bara til gáttina

 

Vanliga ganga viðskiftafólkini inni í handlinum hjá KBI og finna sær tað, teimum tørvar. Hetta er broytt.

 

- Nú sleppa viðskiftafólkini ikki longur inn í sjálvan handilin. Tey sleppa bara inn um gáttina og skulu so biðja starvsfólkini um tað, tey hava brúk fyri. Hetta er gjørt fyri at minka um vandan fyri smittu, sigur Karl Birgir Isaksen.

 

Haraftrat arbeiða fleiri starvsfólk við hús, t.d. tey sum taka sær av bókhaldi, marknaðarføring og tolli.

 

Venjingarmiðstøðin stongd

 

Í venjingarmiðstøðini, Íðka, hevur coronasmittan havt stóra ávirkan. Venjingarmiðstøðin er nevniliga stongd, so haðani koma ongar inntøkur í løtuni, sigur Karl Birgir Isaksen.

 

Enn hevur fyritøkan KBI ikki brúkt hjálparátøkini hjá landinum. Karl Birgir Isaksen sigur, at hetta er ikki aktuelt fyri amboðshandilin og veitingarnar til skipini, tí hetta gongur hampiliga væl.

 

Hann vísir tó ikki aftur, at tað kann gerast neyðugt í sambandi við venjingarmiðstøðina, tí har eru allar inntøkurnar burtur orsakað av átøkunum at basa smittuvandanum.

 

Bjartskygdur

 

Samanumtikið heldur Karl Birgir Isaksen, at KBI ikki er so nervað av corona-átøkunum. Tað gongur nøkulunda væl, hóast venjingarmiðstøðin fyribils er stongd, og ein lítil afturgongd er í søluni í amboðshandlinum.

 

- Eg eri nokk rættiliga optimistiskur av lyndi, sigur hann. Eftir hansara meting fara avbjóðingarnar av corona at hæsa av, og virksemið kemur í gongd aftur, tá ein tíð er fráliðin.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo