Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Beinta Løwe Jacobsen, løgtingskvinna, hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharra, fyrispurning um bíleggingarskipanina til koronukoppsetingina.

Spurningar:

1. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa aðrar møguleikar at bíleggja tíð til koppseting enn gjøgnum verandi bíleggingarskipan?

2. Hvørjar avtalur eru gjørdar við eigaran av bíleggingarskipanini um atgongd til upplýsingar í skipanini og um handfaring, burturbeining v.m.?

Viðmerkingar:
Tað er at fegnast um, at tað gongur framá við koppsetingini, og at eldri fólk nú kunnu bíleggja tíð at verða koppsett.

Bíleggingarskipanin krevur tó, at fólk, sum ikki duga ella ikki brúka tøknina, mugu hava avvarðandi ella onnur at hjálpa sær og m.a. lata upplýsingar um p-talið til onnur.

Hetta kann ikki sigast at vera virðiligt.

Tí tað, at tú er 75 ár, merkir ikki, at tú hevur mist allar førleikar, ella at tú er ómynduggjørd.

Harumframt er ikki vist, at fólk ynskja at draga onnur inn í síni persónligu viðurskifti.

Komið er fram, at bíleggingarskipanin er ment av og ogn hjá privatari fyritøku, og tí er viðkomandi at fáa upplýst, hvør hevur atgongd til upplýsingarnar í skipanini. Tí verður eisini spurt um hesi viðurskiftini.

Á Løgtingi, 8. apríl 2021
Beinta Løwe Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo