Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning um stuðul til heilivág til ávísar føroyingar, ið sigla í Grønlandi, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri at kunna veita heilivágtørvandi føroyingum, sum sigla í Grønlandi, stuðul til lívsneyðugan og mangan kostnaðarmiklan heilivág?

Til spurning 1
Um ein føroyingur, búsitandi í Føroyum, siglir í Grønlandi, rindar hann til Heilsutrygd, og hevur rætt til allar veitingar sambært heilsutrygdarlógini, herundir stuðul til heilivág.

Sambært § 1 í heilsutrygdarlógini er tað tó avgerandi, hvar ein persónur býr. Persónar, ið eru búsitandi í Føroyum, hava rætt til veitingar sambært heilustrygdarlógini, ímeðan ein føroyingur, sum siglir og er búsitandi í Grønlandi, ikki hevur rætt til veitingar sambært heilsutrygdarlógini.

Í § 24 í heilsutrygdarlógini er ásett, at øll, sum eru fylt 18 ár og sum eru fevnd av heilsutrygdarlógini, rinda heilsutrygdargjald.

Í hesum høpi eru “føroyingar, sum eru búsitandi í Grønlandi”, at meta sum grønlendingar, og hava rætt til bráðfeingis hjálp, sambært kunngerð um fyribils uppihald (Kunngerð nr. 135 frá 17. desember 2012 um rætt til veitingar frá Heilsutrygd fyri persónar, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, við seinni broyting).

Um føroyingar, ið eru búsitandi og sigla í Grønlandi, skulu fáa rætt til veitingar sambært heilsutrygdarlógini, er neyðugt at gera broytingar í heilsutrygdarlógini.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður sagt, at talan er um sjófólk, sum hava bústað og gjalda skatt í Grønlandi. Ein slík broyting í heilsutrygdarlógini, hevði tí havt við sær, at borgarar, sum búgva aðrastaðni enn í Føroyum, men ynskja at vera fevndir av heilsutrygdarlógini, bara rinda heilsutrygdargjald til skipanina og ikki skatt. Hetta hevði gjørt, at teir høvdu rindað ein minni part av hesum heilsutrygdarveitingum, enn borgarar, sum eru búsitandi og rinda skatt í Føroyum. Teir høvdu tó havt sama rætt til at brúkt allar tænasturnar.

Sum skipanin er í dag, so megnar heilsutrygdargjaldið ikki at fíggja allar heilsutrygdarveitingarnar, sum borgarar hava rætt til sambært heilsutrygdarlógini. Heilsutrygdarveitingarnar, kommunulæknaskipanin o.a. hava játtan á fíggjarlógini, og tá játtanin og nýtslan er størri enn inntøkan av heilsutrygdargjaldi, hevur tað við sær, at restin verður fíggjað yvir skattin.

Tað er ikki rættvíst fyri persónar, ið búgva í Føroyum og rinda bæði heilsutrygdargjald og skatt, at ein persónur, ið býr í øðrum landi, bert skal rinda heilsutrygdargjald og síðani fáa rætt til heilsutrygdarveitingar í Føroyum.

Um ein slík broyting skal gerast, má nágreinast ógvuliga neyvt, hvør kann búgva aðrastaðni enn í Føroyum, og framvegis vera fevndur av heilsutrygdarlógini. Eisini má ásetast, hvørjum londum viðkomandi kann búgva í, hvussu leingi, og hvussu leingi borgarin skal hava búð í Føroyum, áðrenn hann flytur av landinum, fyri at fáa hendan møguleikan o.s.fr. Heilsutrygd væntar, at ein slík broyting fer at hava nógv ivamál við sær, av fólki, sum flyta til onnur lond, samstundis sum tey ynskja at varðveita rættindi í Føroyum.

Vísandi til omanfyristandandi, metir landsstýrismaðurin ikki, at tað er skynsamt at broyta heilsutrygdarlógina, soleiðis at persónar, sum eru búsitandi aðrastaðni enn í Føroyum, eisini kunnu rinda heilsutrygdargjald og varðveita rættin til heilsutrygdarveitingar.

Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo