At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á heimasíðuni hjá KVF verður Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, endurgivin fyri at siga, at uppskot verður lagt fyri tingið um gongd í haga, og at meginreglan verður at fólk skulu ganga ókeypis í haganum.

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá formanninum í Búnaðargrunninum Símun Gullaksen.

Á sínum Facebook-vanga spyr hann formanninum í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, um hetta er ein partur av politikkinum hjá sitandi samgongu?

- Vit fara ongantíð at góðtaka, at Festarar og Óðalsmenn verða statistar innan ferðavinnumenning í Føroyum. Sjálvandi skulu Festarar og Óðalsmenn verða ein náttúrligur partur av hesari menning, skrivar hann.

- Undir øllum umstøðum, er talan um eina fráboðanarskyldu, um tú ynskir at ferðast í teim føroysku høgunum, og hendan fráboðanarskyldan skal sjálvandi umsitast av teimum, sum eiga og umsitað jarðirnar, skrivar Símun Gullaksen.

Formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, svarar Símun Gullaksen, og sigur, at hetta er ikki viðgjørt í landsstýrinum ella í samgonguni.

- Hatta verður neyvan úrslitið, sigur Jørgen Niclasen.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo