Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Listafólkini - breitt talað - verða mong hart rakt av, at samfelagið er avbyrgt móti umheiminum, og at vit innanhýsis ikki kunnu koma saman til konsertir, festivalar, sjónleikir, listaframsýningar, filmssýningar og -stevnur, upplestur og mong onnur tiltøk, har fjølbroytt list er kjarnin. Eisini tí, at búskapurin hevur og fær avbjóðingar, sum ikki einans kann væntast at geva fólki sum heild broytt livikor, men sum heilt víst raka arbeiðsøkið og inntøkumøguleikarnar hjá listafólkum munandi.

 

Siðbundna vinnan hevur, væntar og fær stórar trupulleikar av Koronustrategiini og av Koronu sjálvari - og teir mugu sum skjótast viðgerast neyvt, eins og støða má takast til røtt og munadygg átøk fyri smærru fyritøkurnar til at klára skerðini til landið Eftirkorona.

 

Men hvussu við listafólkunum? Avleiðingin á teirra møguleikar at liva av og framleiða meira úr sínum talenti kann gerast enn størri! Tí nær fara vit aftur at koma í støðuna, at hópar av einstaklingum, fyritøkum eins og tað almenna fara at brúka munandi av síni inntøku, sínum yvirskoti og síni fíggjarætlan til uppliving og list í Eftirkoronalandi?

 

Eins og boðskapurin frá summum vinnugeirum til land og kommunur hevur verið: latið ikki virksemið steðga! Gerið strategiskar verkætlanir og íløgur, sum eru skilagoðar og kunnu útførast! Soleiðis kann boðskapurin sanniliga vera um listaøkini: vit hava serligar tíðir - kanska bestu tíðir til listarliga framleiðslu (at skriva bókmentir, skriva leikrit, til lagasmíð, upptøkur, tíð at hugsavna seg um at mála, tekna, sniðgeva, venja nýtt o.s.fr. )

 

Listarlig framleiðsla er ein ómissandi partur av einum góðum samfelagi, og í løtuni er hendan vinnan minst líka hótt, sum onnur vinna.

 

Áttu vit ikki at gjørt skilagóðar íløgur í slíka framleiðslu nú? Og sæð enn fleiri upprunaføroyskar skaldsøgur eins og týðingar, fleiri filmsrit, meira føroyskt sjónvarpstilfar, fleiri leikir og týðingar, fleiri barnabøkur, fleiri ungdómsbøkur, fleiri undirvísingarbøkur á føroyskum og til føroyskt, fleiri ljóðbøkur innlisnar og tøknin gjørd til atkomiligheit, fleiri myndlistaverk, fleiri designvørur - til at njóta, nýta, læra, liva av og stimbrast av? Hetta vildu verið sjónligir og nyttuligir varðar fyri føroyska Eftirkoronalandið, og verið meiningsfult arbeiði hjá listafólkum at byrjað beint nú!

 

Til at fremja hetta í verki eiga vit at gera ein framleiðslupakka við minst hesum innihaldi:

 

- Markaðan pening til KVF at framleiða til børn og ung

 

- Hóskandi upphædd til Ljóðbókatænastuna at avgreiða tøknina, avtalur o.a. til eina føroyska ljóðbókahill eins og at fáa sjónleikarar at lesa fleiri bøkur inn í ár og í 2021

 

- Eina serliga játtan yvir tvey ár til at týða útlendsk skaldaverk til føroyskt

 

- Serliga játtan til leiklistaøkið

 

- Eyka upphædd í 2020 og møguliga 2021 til filmsframleiðslu (fyrireiking, filmsritaskriving o.a.)

 

- Eyka upphædd til framleiðslu hjá sniðgevum

 

- Eyka upphædd til til myndlistarligt arbeiði og framleiðslu

 

- Eyka upphædd til at stuðla rithøvundum, sum skriva á føroyskum

 

- Eyka upphædd yvir eini 2 ár til at framleiða føroyskt undirvísingartilfar á miðnámi, m.a. talgildar bøkur (sum eru øgiliga góðar at hava í slíkum tíðum)

 

Hetta er ein hugsandi leistur – og ein møguleiki er at hækka upphæddir til tilstundandi umsóknarfreistir ella at gera nýggj umfør, sum kunnu setast í verk beinanvegin.

 

Í Mentunargrunni Landsins, Filmsjáttanini, Týðarajáttanini, Ljóðbókatænastuni, Vinnuframa, Kringvarpi Føroya og fleiri, eru førleikar at umsita og fyriskipa hetta arbeiði. Alternativt kann ein lítil embætisbólkur setast at skundfyrireika slíka íløgu. Óivað eru aðrir hættir at stuðla listafólkum í síni vinnu, nú mestsum øll vinna er hart rakt. Týdningarmikið er, ikki at draga slík átøk út!

 

Filmshúsið, Tónleikaútflutningstovan, Nám, Bókadeild Føroya Lærarafelags, LISA, Tjóðpallur Føroya, Leiklistaráðið, Sprotin, Kringvarp Føroya og fleiri hava vitan um bíðandi verkætlanir, ætlanir hjá listafakfólki, dygd, hollar mannagongdir, fíggjartørv, marknað og tílíkt.

 

Har sum viljin er, er ein vegur – bæði at bøta um korini hjá listafólki – og at gera íløgur, sum eru ómissandi fyri Føroyar mentanarliga, búskaparliga og á so mangan hátt!

 

Hanna Jensen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo