Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Markets í Betri Banka: Hóast koronakreppan setti dagsskránna í 2020, so hava íløgurnar í virðisbrøv hjá kundum í Betri Banka givið avkast. Talan er um íløgur, sum verða røktar av serfrøðingum hjá bankanum. Sverri Justinussen, leiðari á Markets í Betri Banka, hevur skrivað hesa frágreiðingina um íløguárið 2020.

Vit skriva 6. januar 2021. Ein typiskur tristur januardagur. Hálvmyrkt, vindur og regn. Tað er tíð at reflektera yvir brátt farna árið. Alt byrjaði so væl. Við bjartskygni og dirvi trinu vit inn í 2020. Men hetta skuldi skjótt broytast. Heimurin og eisini Føroyar blivu raktar av eini umfarssótt, sum brádliga broytti gerandisdagin hjá okkum øllum. Vit hava stundum hoyrt nógvar ræðusøgur um umfarssóttir og teirra óhugnaligu avleiðingar, sum hava rakt heimin seinastu øldirnar. Tíðindini um hesa nýggju umfarssótt loyptu tí stóran hvøkk á okkum øll. Ongin visti, hvat var í væntu, og onki koppingarevni fanst at berjast móti smittuni.

Heimsins statsleiðarar máttu handla skjótt. Landamørk blivu avbyrgd, og fólk blivu biðin um at halda seg heima fyri at minka um smittuvandan. “Social distance” bleiv lyklaorðið. Skjálvtarnir á partabrævamarknaðunum vóru ógvusligir. Heimsins partabrøv fullu umleið 35% yvir heilt stutta tíð í februar og mars mánað. Ongantíð áður hava vit upplivað eitt so ógvusligt fall yvir so stutta tíð. Ongin kendi dagin í morgin. Samfeløgini vórðu meira ella minni lukkað niður og búskapirnir á veg niður í eitt svart hol.

Tað er ikki frítt, at ein nú hendan illfýsna januardagin, 10 mánaðir seinni, situr og skriðar sær eitt sindur í skallanum. Hvat er tað, sum er hent, síðan heimurin í mars mánaða meira ella minni fór í svart? Smittan hevur framvegis fastatøkur á heiminum og er í seinastuni økt munandi í sambandi við bylgju tvey í vetur. Samfeløg og landspartar lata av nýggjum aftur og fólk verða biðin um at halda seg heima, um gjørligt. Stuttskygdu búskaparligu avleiðingarnar av hesum kann man ikki koma uttanum. Men allíkavæl kunnu vit bara ásanna, at partabrævamarknaðurin, sum annars sigst verða ein spegilsmynd av búskaparliga rákinum, rættiliga skjótt kom fyri seg aftur. Nú árið er farið afturum, kunnu vit bara staðfesta, at vísitalið fyri heimsins partabrøv er hækkað umleið 70% síðan botnin í mars mánaða og samanlagt 14% í ár. Hvussu kann hetta lata seg gera, nú vit framvegis eru hart rakt av smittuni og heimurin enn er álvarsliga raktur búskaparliga?

Ein samantvinning millum ymiskar tættir er uttan iva orsøkin. Fyri tað fyrsta, so er tað ikki søgan og ei heldur nútíðin, ið er áhugaverd, tá íløgur í partabræv verða gjørdar. Tað, sum er farið, er farið. Hinvegin hevur framtíðin alt at siga hjá íleggjarum. Rímiliga skjótt eftir útbrotið í vesturheiminum í fjør vár tóktust londini so smátt at fáa tamarhald á smittuni, og alsamt størri sannlíkindi fyri einum koppingarevni seinni á árinum, gjørdu búskaparligu útlitini fyri komandi árið munandi bjartari. 

Harafturat hava hjálparátøkini frá heimsins stjórnum og tjóðbankum verið av søguligum dimensjónum. Hjálparpakkar vórðu settir í verk fyri at stuðla upp undir vanliga húsarhaldið og vinnulívið. Upphæddirnar vóru ørandi og væl størri enn sæð undir øðrum kreppum, og samstundis komu tjóðbankar kropp av kroppi við búskaparliga stimbrandi átøkum í formi av rentulækkingum og gjaldførisinnspræningum. Øll hesi viðurskifti fingu partabrævamarknaðirnar at venda við og hækka nógv aftur.

Tá vit so í november mánað fingu eina staðfesting av, at koppingarevnir vórðu góðkend av myndugleikunum og ávegis á marknaðin, so var hetta sum nýtt bensin á bálið. Harumframt er rentustøðið í øllum vesturheiminum nú vorðið so lágt, at hvørki vanlig lánsbrøv ella peningur á konto gevur nakra rentu  - og í nógvum førum negativa rentu. Tí hevur verið og er trupult at finna nakað íløgualternativ til partabrøv.

Nú dagurin er farin at halla og komið er út á seinnapartin, er veðrið broytt. Tað er slitið í, vindurin makaður og sólin hevur hug at trína fram. Kanska ber hetta boð um ljósari tíðir fyri framman – livst so spyrst.

##med2##

Tað er rímiliga stórur munur á, hvat ymisku partabrøvini í íløgurøktunum hava kastað av sær. Donsk partabrøv stóðu seg óvanliga væl í 2020 við einum avkasti upp á 28,07%. Tað vóru serliga partabrøv innan heilivágsídnaðin og grøna orku, ið stóðu seg væl. Eisini partabrøvini í fjareystri kastaðu væl av sær við einum avkasti upp á 21,59%. Myndin omanfyri vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hava eina stóra geografiska spjaðing á íløgunum.

##med3##

Verður hugt eftir lánsbrævapartinum, so hækkaðu íløgurnar í donsk lánsbrøv 1,04% í virði, meðan evropeisk hárentu lánsbrøv hækkaðu 2,32% í virði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo