At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Gongdin á virðisbrævamarknaðunum hevur havt stóra ávirkan á fyrsta hálvár í 2020 hjá Betri samtakinum.

Úrslitið vísir eitt hall á 35 mió. kr. áðrenn skatt.

Samtakið fegnast tó um at hava fíggjarligu styrkina at standa ímóti og veita samfelagsgagnligan stuðul, meðan koronakreppan hevur herjað.

Í mars læt Betri samtakið 10 mió. kr. til føroyska sjúkrahúsverkið at kanna og basa koronafarsóttini.

Eisini hevur Betri veitt fíggjarligan stuðul til Hjálparnetverkið hjá Reyða Krossi ímóti korona.

Stuðulsvirksemið hjá samtakinum er savnað í einum Betri Stuðulsgrunni, sum letur stuðul til sjúkufyribyrgjandi, skaðafyribyrgjandi og tryggleikaskapandi virksemi.

Hóast hall í fyrsta hálvári í 2020 er gongdin á virðisbrævamarknaðunum bjartskygdari nú, og ársúrslitið verður væntandi nakað betri enn við hálvárið.

Samtakið er væl brynjað við eini eginogn á 3,3 mia. kr. og einum javna á 13,3 mia. kr. 

Hálvárið í stuttum:

   • Úrslitið áðrenn skatt: -35,2 mió. kr.

   • Javnin við hálvár: 13,3 mia. kr.

   • Eginogn: 3,3 mia. kr.

   • Solvensurin við hálvár: 34,7%

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo