Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Chr. Haraldsen á 70 ára degnum, 31.03.1974

Chr. Haraldsen á 70 ára degnum, 31.03.1974

Chr. Haraldsen á 70 ára degnum, 31.03.1974

Um nýggjársleitið er siður at lata hugin leita aftur á farnar dagar og minnast fólk og hendingar á leiðini...

Okur, sum á sinni sótu við Gamaliels føtur í Hoydølum, minnast aftur á dagar, tá ið Christian Haraldsen gamli var uppi á døgum.

Tá var hann ein gamal maður, men hann var eitt fitt fólk, sum nærlagdur skipaði fyri heimaundirvísing í týskum aftaná skúlatíð.

Hetta var ein minnilig tíð. Og mín sjel, um okur ikki lærdu týskt.

Við hvørt segði hann frá barnaárum í Elduvík. Spennandi var at hoyra, tá ið hann segði frá søguligu lestrarferðini í Heidelberg, og nazistarnir tóku valdið. Tá sótu okur sum í andakt.

Best av øllum minnast okur tó týsku sangirnar, sum okur sungu, og hann sang fyri. “Auf der Lüneburger Heide...” (“Nú, drongur! Ikki sláa takt har afturi!”) Tað ráddi um at fáa Haraldsen at syngja ein góðan, so fór eitt sindur av tímanum...

Í fyrstani var heldur striltið at umseta danskar (sic!) tekstir til týskt, men so knappliga sóu okur “ljósið”.

Týskt og føroyskt høvdu somu føll og eyðkennir! Hvørjumfall var dativ og ein veran á staðnum. “Í einum húsi”. Akkusativ var hvønnfall og ein rørsla/ferðing. “Flogfarið fleyg yvir býin”.

Uttan mun til, hvat ið okur spurdu um - hin hugagóði Haraldsen kannaði málið. Hví siga okur schäferhundur, tá ið seyður ikki fær umljóð í fleirtali? Er rættast at siga: ”Eine Tasse Kaffé” ella “Eine Tasse Káffe”?

Hvussu var og ikki, tá lá týska málið opið fyri okum... og hevur ligið tað síðan!

Okur fingu ein glugga inn í ríka málið hjá Goethe, Heine, Schiller og Luther (“Ein feste Burg ist unser Gott”) – eina virðismikla súlu í heimsbókmentunum.

Nú er vent í holuni! Her á landi royna skúlamyndugleikarnir at forða týskum í skúlanum. Í eini tíð har tosað verður um globalisering og altjóðagerð. Eitt er vist, ungdómur okkara livir ikki leingi av “Rætta kjólanum”, “Kakukappingum”, “Bryggjufamiljuni”, Kardasian, Linse og “Gistingarhúsinum í Aldingarðinum”!
ich möcht'

am liebsten sterben,
dann wär's auf einmal still...

Arnfinnur Thomassen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo