Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

In.fo sigur, at Høgni Hoydal ikki segði ósatt. Tað er at misskilja niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini.

Tí Høgni segði ósatt. 

Landsstýrismálanevndin kemur til ta niðurstøðu, at “tá talan er um ein ófráboðaðan spurning, eigur atlit at takast til, at landsstýrismaðurin ikki hevur havt tíð at fyrireika seg.”

Tað er so bara ein umbering fyri, at svarið ikki var rætt.

Síðan verður víst á, at “svarið hjá landsstýrismanninum var so mikið ógreitt, at tað kundi tulkast ymsar vegir og tað eigur ikki at koma fyri hjá einum landsstýrismanni”.

Legg merki til: “Tulkast ymsar vegir”.

Tað eru bara tveir vegir, antin segði hann satt ella ósatt.

Og so kemur niðurstøðan: “Meirilutin metir ikki, at landsstýrismaðurin hevur sagt ósatt við vilja ella av grovum ósketni.”

Ergo var tað ósatt, sum Høgni Hoydal segði.

Tað var bara ikki við vilja ella av grovum ósketni.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo