Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umfatandi stongsul rakar fleiri milliónir fólk í nógvum indiskum stórbýum, eftir at landsins heilsumyndugleikar í dag hava staðfest eitt óhugnaligt met. Tí ongantíð eru so nógv smittað eftir einum samdøgri sum í dag.

Mánadagin í hesi vikuni vórðu yvir 100.000 fólk staðfest smittað. Tað var met, og hetta talið hevur so hildið áfram at seta nýggj met. Í dag eru 145.384 nýggir tilburðir av korona staðfestir, og talið á deyðum er eisini tað størsta seinastu fimm mánaðirnar.

Yvir 12,6 milliónir fólk eru nú staðfest smittað í fólkaríka landinum, og tað hevur fingið myndugleikarnar til at seta nýggj og strong tiltøk í verk við stongsli og avmarkingum.

India er heimsins størsti framleiðari av korona-vaksinu, men kortini er trot á vaksinu í landinum. 94 milliónir íbúgvar eru koppsettir, og tað er áleið 7% av fólkinum í landinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo