At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Umstríddi fyrrverandi ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum í Danmark, Inger Støjberg, er á rundferð í Føroyum í hesum døgum.

Inger Støjberg, sum eisini er næstforkvinna í flokkinum Venstre, gjørdist kend um alt Danmark, tá hon í undanfarnu stjórn, har Lars Løkke Rasmussen var forsætisráðharri, hevði ábyrgdina av útlendingamálum. Hon stóð fyri fleiri herðingum av útlendingalógini og legði serligan dent á at forða giftarmálum har ungar gentur, sonevndar barnabrúðrar, verða giftar nógv eldri monnum.

Eisini vakti tað ans og fekk hon nógvar atfinningar, tá hon á sínum facebook vanga vísti mynd av sær sjálvari við eini køku við einum stórum 50 tali á. Talið vísti til herðingarnar, sum vórðu framdar ímóti útlendingum í Danmark, síðani hon kom framat.

Inger Støjberg sigur í stuttari viðmerking við VP, at hon er í Føroyum og ferðast saman við mammu síni.

- Hetta er triðju ferð eg eri her, og mær dámar so sera væl her. Eg fái ikki nokk av Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo