Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Brádliga vóru boð eftir Ingvard Olsen, 86 ára gamal.

Vanliga nevndur Ingvard telefonmaðurin.

Hann var ættaður úr Kvívík, og búsitandi á Glyvrum.

Jóhanna hevur mist ein góðan mann, børnini ein góðan pápa, abbabørnini ein góðan abba, familja og vinir hava mist ein góðan vin.

Ingvard var sera trúfastur í øllum sínum arbeiði, og soleiðis røkti hann eisini fleiri álitisstørv fyri Sjálvstýrisflokkin og Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, har hann m.a. var nevndarlimur og kassameistari í nógv ár, og sum hann røkti samvitskufult.

Leikluturin hjá Ingvar í øllum lívsins viðurskiftum verður seint gloymdur.

Hann var hollur og trúfastur, og tað sermerkti hann sum menniskja, og tað eru vit sum samstarvaðu saman við honum sera takksom fyri.

Hin upprisni var ikki bara við Ingvardi gjøgnum ungdóms- og manndómsár hansara, men eisini tá tað tók at kvølda, og lívsdagur hansara aftnaði.

Sorgin og saknurin er stórur hjá tær Jóhannu, børnum, abbabørnum, familju og vinum.

Í takklæti lýsa vit frið yvir minnið um Ingvard J. Olsen. Hvíl í friði.

Lasse Klein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo