Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Frælsur ítróttur hevur ment seg sera nógv í Tórshavnar kommunu síðstu árini, og ikki minst eftir, at Tórsbreyt gjørdist veruleiki í 2008.

Feløgini innan frælsan ítrótt, Bragdið og Hvirlan, hava síðstu árini gjørt og gera í dag eitt megnar arbeiði fyri allar íðkarar, tað verið seg børn, ung og vaksin í kommununi.

Hetta sæst eisini aftur við at fleiri av okkara ungu íðkarum standa seg framúr væl í kappingum uttanlanda og, at føroysk met javnan verða sett.

Men stóra avbjóðingin við frælsum ítrótti í Føroyum er føroyska veðurlagið, og harvið mundandi skerdir møguleikar at venja og kappast í Føroyum um veturin.

Stórur tørvur er tí á eini nýmótans innandura høll til frælsan ítrótt, sum kann gera tað møguligt hjá íðkarum, eisini um veturin, at venja og kappast innandura.

Ein høll til frælsan ítrótt skal hava eina innandura rennibreyt á 200 metur umframt umstøður til lop og kast, skiftirúm o.a.

Ein góð fyrimynd fyri einari slíkari høll til frælsan ítrótt er Randers Atletikhal, sum lat upp í 2017, og sum kostaði 20 mió.kr. at byggja.

Tórshavnar býráð eigur eftir mínum tykki skjótast møguligt at seta pening av til fyrireiking og projektering av nýggjari innandura høll til frælsan ítrótt.

Ein slík høll hevði uttan iva havt bestu staðseting eystanfyri Tórsbreyt, sum eisini kann hýsa skiftirúmum, styrkirúmi v.m, sum sera stórur tørvur er á í dag á Tórsbreyt.

Ein nýggj høll til frælsan ítrótt hevði eisini gjørt at stadionøkið í Gundadali, saman við Tórsbreyt, kundu blivið eitt enn meira spennandi og fjølbroytt ítróttarøkið.

Eitt nýmótans ítróttarøkið í Tórshavnar kommunu, sum umframt framúr venjingarumstøður eisini kundi hýst eitt nú Oyggjaleikum og øðrum líknandi ítróttarkappingum í framtíðini.

Hesum vil eg arbeiða fyri, um tit stuðla mær til valið 10.nov.

Birgir Nielsen
Valevni á lista A til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo